Sider

torsdag den 29. november 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (1)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur skrivað um eginleikar við eini góðari skipan fyri fiskivinnuna:
Skipanin tryggjar, at ein hóskandi partur av úrtøkuni úr felags fiskatilfeinginum kemur samfelagnum til góðar (s. 3)

Tað finst bara eitt rætt svar til, hvat er hóskandi partur av úrtøkuni: Tað er marknaðarvirðið á tilfeinginum (ella fiskirættindunum).

Politikararnir kunnu diskutera so galið tit vilja og snakka uttanum, men hetta er tað einasta rætta svarið. Tað finnast í fleiri londum dómar úr teirra hægsta rætti, ið staðfesta hetta, umframt altjóða rættur hevur gjørt somu niðurstøðu.

Til tess at finna marnaðarvirðið er upplagt at skipa ein marknað fyri fiskirættindi. Ein væl skipaður marknaður fyri fiskirættindi megnar at finna "hóskandi partin av úrtøkuni at koma samfelagnum til góðar".

Enn havi eg ikki hoyrt nakað annað boð uppá, hvussu man finnur marknaðarvirðið.

Ingen kommentarer: