Har stendur skrivað um tilfeingisgjald og tilfeingisrentu:
Men fortreytin fyri yvirhøvur at tosa um tilfeingisskatt ella tilfeingisgjøld er, at ein tilfeingisrenta er til staðar. Fiskiskapurin skal kasta nakað av sær, sum er meira enn vanlig samsýning av arbeiðsmegi og kapitali. (s. 4)
Jóannes Jacobsen var áðrenn eg at rætta hesa misskiljing. Á facebook skrivar hann:
Nei, nei og aftur nei. Tað er ikki rætt, at "fortreytin fyri yvirhøvur at tosa um tilfeingisskatt ella tilfeingisgjøld er, at ein tilfeingisrenta er til staðar", soleiðis sum tað stendur í nýggju frágreiðingini frá Fiskimálaráðnum.
Tilfeingisgjald, t.e. marknaðarprísur fyri fiskirættindi, ásettur gjøgnum fría og opna kapping á eini væl skipaðari uppboðssølu er bara mekanisman, sum skal syrgja fyri at tilfeingisrentan - sum er til staðar - endar í felagskassanum hjá eigaranum (Føroya fólki) heldur enn í lummanum á politiskt útvaldum ríkmonnum ella sum óneyðugar útreiðslur til ein ov stóran fiskiflota.
Eg havi áður skrivað og roynt at greina hesi tvey hugtøk: Tilfeingisrenta og tilfeingisgjald. Eg brúki m.a. eina framløgu sum nevndi Jóannes hevur havt á Fiskivinnutingi.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar