Teirra kelda er norðurlendska hagtalsárbókin 2012, sum júst er almannakunngjørd. (sí talvu 3.1, s. 36)
At fólkatalið minkar, er sjálvsagt ikki gott. At tað eisini gongur verri enn í grannalondunum, ger tað enn verri.
Men ikki bara gongur skeiva vegin. Gongdin versnar eisini. Fyri bara seks árum síðani hevði sama árbók eina framskriving av fólkatalinum í Norðurlondum, sum gekk út frá hvussu gongdin var tá, og í tí framskrivingini skuldu Føroyar hava størsta vøksturin:
Norðurlendsk fólkatals framskriving frá 2005. Kelda: Nordisk statistisk årsbok 2006, s. 80. |
Framskrivingar eru ikki forsøgnir. Tær vísa, hvønn veg tað ber, sum gongdin er nú.
So gongdin í Føroyum er broytt sera nógv uppá seks ár. Frá at vera fremst í Norðurlondum fyri seks árum síðani eru Føroyar nú aftast.
So kann Kaj Leo sláa hetta uppí glens, men hetta er hent meðan hann hevur havt ábyrgdina.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar