Um vikuskifti hevði Jørgen, floksformaður, sjálvur útvarpsreportasjuna frá landsfundinum hjá Fólkaflokkinum.
Í síðstu viku var journalistur hjá útvarpinum orðstýrari, tá kapitalistarnir, saman við politiska valdinum løgdu saman ráð um at ræna fólksins ogn.
(Og so øsa fólk seg upp um at ein diktari tók eitt sindur harðliga til orðanna um ein landsstýrismann.)
Restin av Kringvarpinum er rættiliga gott. Og Dagur og vika hevur eisini síni ljósaru eygablikk. Og Spiskamarið er gott dømi um, at Kringvarpið kann gera okkurt sum er fantastiskt og røkkur nógv longur enn bara ein góð sjónvarpssending.
Men fái nú skil uppá útvarpstíðindini.
(Tað koma sikkurt fleiri greinar í røðini.)
Men fái nú skil uppá útvarpstíðindini.
(Tað koma sikkurt fleiri greinar í røðini.)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar