- ”Hvussu er politiska skipanin í USA sett saman og hvussu virkar hon?” v/ Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingi
- "Hvørji eru høvuðsevnini eru til forsetavalið í ár? Hvat hevur eyðkent amerikanskan politikk seinastu fýra árini?” v/ Heina Kristiansen, bachelor í International Business and Politics
- ”Hvønn týdning hevur búskaparkreppan fyri valið og hvussu hevur hon ávirkað valdystin?” v/ Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingi
Hóast eg hevði nógv at siga um spurningin, var rættiliga trupult at finna út av, hvussu tað skuldi grípast an. So tað bleiv improviserað -- út frá myndum. Tvs. eg hugsaði ta søguna ígjøgnum, ið eg vildi fortelja, og hon var henda:
- Nógvir faktorar spæla inn, hvat fólk velja, men búskapurin ger ofta munin við at flyta veljararnar á miðjuni
- Orsøkin til kreppuna er frá tíðini áðrenn Obama gjørdist forseti (og gjørdi honum valgið í 2008 lættari at vinna)
- Kreppan hevur svárar avleiðingar við sær fyri amerikanarar -- men tað kundi verið uppaftur verri
- Handfaringin hjá Obama av kreppuni hevur verið á góðari leið, og gongdin síðani tí eisini -- bæði samanborið við søgulig fordømi og samanborið við onnur lond í hesu kreppuni
- Búskapargongdin seinasta árið ger Obama til lítlan favorit at vinna valgið, og hann hevur verið favorittur síðani ársbyrjan
- Tey tiltøk sum Obama hevur fingið framt fyri at bjargað búskapinum geva eisini politiskar fyrimunir til hetta valgið
- Amerikanski búskapurin hevur stórar avbjóðingar frameftir, serliga orsakað av stórum ójavna (og hetta er eisini í stóran mun frá tíðini áðrenn Obama gjørdist forseti)
- Ein munur í búskaparpolitikkinum hjá Obama og Romney er at avbjóðarin satsar uppá gamlar vinnur (og statir við gomlum vinnum) og tað kostar politiskt í statum við nýggjum vinnum, sum Romney má vinna fyri at gerast forseti
- Demokratarnir (og sostatt Obama) hava nú ein ávísan fyrimun av valskipanini (hesin fyrimunur var fyrr til republikanararnar) við "electoral college"
... og so brúkti eg tvey kvøld uppá at leita á internetinum eftir grafum og myndum, sum kundu brúkast at lýsa tað eg vildi siga. Við mær í Føroyahúsið hevði eg PowerPoint við 93 slides, harav eg brúkti tær 86. Forsíðan var henda:
Eg fari at venda aftur til og viðgera nakrar av spurningunum frá míni framløgu her á blogginum, tí teir hava týdning út um forsetavalgið. Teir kunnu læra okkum eitt sindur um búskaparfrøði og góðan búskaparpolitikk.
Eg fari at venda aftur til og viðgera nakrar av spurningunum frá míni framløgu her á blogginum, tí teir hava týdning út um forsetavalgið. Teir kunnu læra okkum eitt sindur um búskaparfrøði og góðan búskaparpolitikk.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar