Sider

fredag den 30. november 2012

Kvotur ella fiskidagar?

Thormund Johannesen skrivar aftur um kvotur heldur enn fiskidagar sum háttur at avmarkað fiskiveiðuna uppá.

Thormund hevur skrivað um hetta í eina tíð. (Tvey dømi eru her og her.) Hansara argument hava alla tíðina verið sannførandi. Sum økonom havi saknað eina formliga analysu sum byggir á okkurt mikroøkonomiskt model av atferðini hjá skipaeigarum. Men lat meg siga, at eg eftirhondini blívi meira sannførdur um, at Thormund hevur rætt.

Tá avmarkingin av flotanum verður gjørd við fiskidøgum, eggjar tað skipaeigarum at fáa skipini at fiska so skjótt sum gjørligt, mest møguligt pr dag -- eisini hóast tað kostar nógv at gera skipini effektivari á henda hátt.

Var avmarkingin í staðin við fiskaðari nøgd (kvotum), hevði tað eisini eggjað skipaeigarum at gera skipini bíligari at reka.

Allar vinnur blíva meira produktivar við tíðini. So fiskiflotin blívur leypandi meira effektivur. Bæði á mikro og makroniveau. Hetta er í andsøgn við at veiðan skal vera avmarkað.

Skipaeigarar sum hava kvotur vilja serliga gera íløgur í orkusparing o.t. Skipaeigarar sum hava fiskidagar vilja serliga gera íløgur í øktan kapacitet.

Tá skipanin við fiskidøgum eggjar til at flotin veksur um sína veiðuorku, er andsøgnin við veiðuavmarking nógv størri trupulleiki, enn í eini skipan við kvotum, ið eisini eggjar til at flotin blívur bíligari.


Tilfeingisgjald

Líkamikið um tað er veiðuregulering ella natúran sum setir avmarking, so er avmarking av fiskiveiðuni. Henda avmarking ger, at útboð og eftirspurningur sleppa ikki frítt at laga seg til ein marknaðarprís. At umsetningurin í vinnuni fiskiveiða er avmarkaður ger at prisurin á landaða fiskinum er hægri, og gevur tað ein meirvinning sum minnir um hann, ið monopol hava.

Hesin monopol-líknandi meirvinningur ger, at áhugin at sleppa at fiska og gera íløgur í fiskivinnuna er stórur. Øll vilja hava fatur á meirvinninginum. Men henda kapping um meirvinningin er ósunn, tí hon hevur við sær, at nógv fleiri íløgur verða framdar enn neyðugt er í mun til ta framleiðslu sum er. Hesar ovuríløgur -- ja, tað liggur í orðinum -- enda sum yvirkapacitetur. T.e. kapacitetur sum ikki gevur betri ella effektivari framleiðslu, men júst tað øvugta: eina minni produktiva vinnu, har meira orka enn neyðugt, meira stál, meira olja og fleiri fólk enn neyðugt verður brúkt til at framleiða tað sama. Tvs. ein rúgva av pengum hvørva út í tóman heim. Um fiskiveiða er púra frí, hvørvur allur meirvinningurin. Er veiðan avmarkað av regulering, hvørvur bara ein stórur partur. Restina av meirvinninginum koyra teir reiðarar, sum fáa fiskiloyvi, í lumman.

Tað finst reelt bara ein loysn at forða fyri hesum ovuríløgum, og tað er at syrgja fyri at meirvinnngurin hvørvur úr vinnuni. Tað merkir, at vinnan skal rinda tilfeingisgjald. Eitt tilfeingisgjald vil betra um produktivitetin í fiskivinnuni. Sjálvt eitt tilfeingisgjald, sum verður ásett av byrokratum vil betra produktivitetin. Men tað er ikki lætt at rokna rætta tilfeingisgjaldið, sum svarar til meirvinningin, og tað skilabesta er tí, at tilfeingisgjaldið verður ásett av vinnuni sjálvari, og at skipaeigarar kappast um at sleppa at fiska við at bjóða upp á fiskirættindi á einum vælskipaðum marknaði, eini uppboðssølu. Tað er so heldugt, at prísurin á uppboðssøluni sum skipaeigarar koma at rinda í tilfeingisgjaldið vil vera júst tann upphædd sum svarar til meirvinningin og tí tann upphædd sum skal til fyri at forða ovuríløgum í fiskivinnuni.

Tilfeingisgjald er sostatt ikki ein byrða á vinnuna, men beint øvugt. Tilfeingisgjald tryggjar, at vinnan ikki blívur tung við lágum produktivieti.

Eins og skilabest er at veiðuavmarkingin verður framd við kvotum heldur enn fiskidøgum, sum eg skrivaði í fyrru helvt av hesi grein, er eisini skilabest, at tilfeingisgjaldið, sum somuleiðis virkar til at avmarkað íløgurnar og harvið veiðuinnsatsin, verður ásett í mun til veiðunøgdina. Tilfeingisgjaldið skal tí rindast í mun til veidda nøgd (kvotu) og ikki í mun til veiðuorku ella fiskidagar.

Tað er ikki so, at tilfeingisgjald bara flytur virði frá vinnuni til landskassan ella ein búskapargrunn. Tilfeingisgjaldið tryggjar, at virðini ikki hvørva út í tóman heim. Einans við tilfeingisgjaldi kann fulli meirvinningurin sum kemur av at tilfeingið er avmarkað koma til gagns hjá eigaranum av tilfeinginum.

Ingen kommentarer: