Sider

onsdag den 16. maj 2012

Alneyðugt við álítandi og óheftum hagtølum

Tað er alneyðugt við óheftum hagtølum og fakligum tilmælum sum politikarar ikki hava ávirkan á. Tí skulu Landsbankin og Hagstovan liggja uttanfyri beinleiðis politiska ávirkan, og tað skal ikki vera nakar ivi um tað heldur. Hetta er altíð galdandi, men serliga tí tað er jú vandi fyri at viðhvørt koma slíkar typur sum Jørgen framat, ið vilja hava embætisfólk sum bara makka rætt.

Í amerikanska statinum Wisconsin er Scott Walker, ein republikanari (teir eru jú fyrimyndirnar hjá Jørgen Niclasen og kompaní) guvernørur, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann.

Eitt sum Scott Walker hevur gjørt er at fara í hernað ímóti fakfeløgum hjá alment løntum. (Ljóðar eisini kent, so hetta má eg fara at skriva eina grein um.) Men tað gongur skeivan veg við talinum á arbeiðsplássum, og í Wisconsin gongur verri enn í nøkrum øðrum amerikanskum stati.

Bureau of Labour Statistics kemur í morgin við nýggjum hagtølum sum vísa, at fyri seinastu 12 mánaðirnar er gingið 23 900 arbeiðspláss eftir reyv í Wisconsin.

Hvat sigur guvernørurin til tað? Jú, at honum dámar ikki tølini, so hann kemur við sínum egnu.

Tað fer kalt niður eftir rygginum at hugsa sær at Jørgen Niclasen skal hava ávirkan á hagtølini aftrat. Tað er ringt nokk við eini alt ov veikari pressu, men ordilig hagtøl geva so vón hjá okkum øðrum sum royna at kasta ljós á hvat fyrigongur. (M.a. her, her, her, her og her.)

Ingen kommentarer: