Sider

tirsdag den 15. maj 2012

Kapping, men bara ikki í fiskivinnuni

Tá landið skal byggja ein skúla ella eitt røktarheim, so verður arbeiðið bjóðað út, og tann sum kann gera uppgávuna bíligast fær arbeiðið. Onkuntíð er ein partur av uppgávuni at skjóta upp, hvussu byggjast skal, og tá er ein kombinatión av fleiri kriterium sum avger, hvør fær uppgávuna, og ikki bara prísurin.

Tá landið hevur gjørt undirsjóvartunlar hevur uppgávan verið meira neyvt definerað enn bygningar. Tá telur einans prísurin fyri at gera tunnilin, tó kanska dagbøtur fyri seinkingar verða lagdar aftrat.

Tá landið hevur eina bygdaleið, verður hon útliciterað til tann sum kann gera tað bíligast. Um leiðin gevur yvirskot og ferðaseðlainntøkurnar fella til tann sum vinnur uppgávuna at røkja leiðina, vil besta boð vera negativt, tvs. at tey sum bjóða vilja rinda fyri at fáa leiðina. Men princippið er tað sama, hóast betalingin fer til landið.

Her eru trý dømi um uppgávur, ein byggiverkætlan, ein samferðsluverkætlan og ein rakstraruppgáva, sum landið hevur ásett skulu gerast, men har landið letur øðrum uppgávuna at loysa, og bjóða hana út fyri at fáa kapping og harvið lægri kostnað og í summum førum betri loysnir.


Men so er tað fiskivinnan!

Løgtingið ásetir fyri hvørt fiskiár, hvussu nógv skal fiskast. Fyri m.a. makrel í føroyskum sjógvi og føroysk rættindi í øðrum londum er ásett ein kvota, og fyri botnfisk á nærleiðunum eru ásett tal av fiskidøgum. Tað eru so eisini politiskt ásett fiskidagatal fyri hvønn skipabólk, og hvørji skip hoyra til hvønn bólk er eisini ásett av politisku skipanini.

Lat okkum gera eitt tankaeksperiment. Um vit hugsa okkum fiskivinnuna sum eitt landsreiðarí, sum fiskaði allan fiskin, t.e. alment monopol, so er væl eingin sum billar sær inn, at flotin ikki hevði verið væl minni enn verandi fiskifloti, sum er privat reiðarí. Tvs. eitt alment reiðarí hevði havt væl lægri útreiðslur enn verandi mongu privatu reiðarí hava av at fáa fiskin til lands. Eitt alment monopol-reiðarí hevði sostatt væntandi havt nógv betri úrslit á botnlinjuni enn verandi privatu reiðarí. Eitt alment monopol hevði verið meira effektivt enn verandi fiskivinna.

Um nú hetta landsreiðarí var til og hevði monopol, so hevði heilt víst verið talað fyri at útlicitera fiskaríið, fyri at gera tað meira effektivt. Og tað hevði eisini verið tað einasta rætta. Útboð av fiskirættindum til privat reiðarí at kappast um hevði verið fakliga tilmæli um at fáa eitt meira effektivt fiskarí enn almenna monopolið. Sum annars hevði verið meira effektivt enn tann fiskivinna Føroyar hava í dag.


Entreprenørvinnan kappast!

Komandi árini fer landið at gera íløgur fyri 300 mió kr árliga. Um hesar íløgur skuldu stýrast politiskt á sama hátt sum fiskivinnan er stýrd, so skuldi hvør entreprenør-fyritøka søkja Landsstýrið um loyvi, hvørja ferð tey skuldu keypa ein lastbil, eina gravimaskinu ella aðrar maskinur. Og tá so hesar fyritøkur høvdu ávíst tal av maskinum, so hevði landið býtt almennu íløgurnar uppá 300 mió millum entreprenørarnar, alt eftir hvussu nógvar maskinur teir høvdu. Og tá Landsstýrið hevur givið loyvi til at innflyta eina maskinu, so hevði landsstýrismaðurin bráddliga átikið sær at tryggja, at allar maskinur hava okkurt at gera. Og er ov lítið virksemi í byggivinnuni, so skal býtast, so eitt sindur er til allar.

Soleiðis fungerar tað ikki, og tíbetur, tí avleiðingin av tí hevði verið, at byggivinnan hevði verið líka illa rikin sum fiskivinnan er í dag.

Í Dimmalætting í gjárkvøldið sigur fyrrv. landsstýrismaður í fiskivinnumálum, John Petersen, ið er fólkafloksmaður, at verandi fiskivinnupolitikkur er á veg aftur í studningin, sum man áður hevur roynt at sleppa burtur frá. John Petersen hevur royndir frá entreprenørvinnuni í nógv ár, og er vanur við kapping. Teir hava vunnið stórar uppgávur, og teir hava tapt viðhvørt, tá útboð er. Soleiðis eru treytirnar í hansara vinnu.

Tað er eingin sum mótmælir og sigur, at entreprenørvinnan kann ikki hava kapping um uppgávurnar, tí so er eingin vissa hjá fyritøkunum fyri arbeiði, og so ber ikki til at fáa fígging til maskinur, og menningin steðgar. Tvørturímóti hevur kapping verið við til at menna entreprenørfyritøkurnar, so tær vinna uppgávur, eisini uttanlands.

Hví hevur nakar yvirhøvur funnið uppá, at fiskivinnan skal stýrast politiskt, so hon er ein so ómetaliga illa rikin vinna, at tað er verri enn eitt alment monopol?

Tíðin er komin at ásanna, at landið skal ikki blanda seg uppí hjá fyritøkunum í fiskivinnuni. Eins og landið avger, hvørjar byggiuppgávur skulu bjóðast út og tænastuuppgávur, so skal landið eisini fara til einans at umsita tilfeingið, og bjóða fiskaríið út í fríari kapping millum reiðaríini, sum hava frítt at innflyta tey skip tey ynskja, og sleppa at gera effektiviseringar umborð sum tey ynskja. Tað skal t.d. ikki longur vera neyðugt at søkja landsstýrismannin um loyvi til átøk sum kunnu spara olju. Landsins stýri umsitur náttúrutilfeingið vegna fólkið. Tað skal bjóðast út fyri at vita, hvør kann fáa tað bíligast til lands, t.e. rinda mest til landið fyri kvotur.

Tá politikararnir læra at halda fingrarnar vekk men lata vinnuna kappast, so fer fiskivinnan at mennast.

Viðmerking: Henda grein er eisini í Dimmalætting 16. mai 2012.

3 kommentarer:

Anonym sagde ...

Góð greining Flóvin. Men tú nevnir bara eitt alement monopol í tínum tankaeksperimenti. Hvat um vit hugsað okkum eitt privat monopol, sum eigur(altso privat ogn) allar kvoturnar, so sum fleiri fólkaflokksmenn ynskja tað?

Flóvin Bloggar sagde ...

Eitt privat monopol sum slapp at effektivisera hevði verið meira effektivt enn verandi fiskivinna. Men kapping skundar undir menning...

Anonym sagde ...

Ein sera góð og beinrakin grein.