Sider

søndag den 13. maj 2012

Stertar, skip og skipan

Eg var fríggjakvøldið til kjakfund hjá MFS í Føroyahúsinum undir heitinum: Stertar, skip og skipan. (Tað var eisini lýst á facebook.)

Trýst á myndina fyri at gera hana størri.

Tað var eitt blandað fornoyilsi!

Tiltakið byrjaði við uppleggi frá Stefan í Skorini, sum legði fram tað sum fyriskipararnir kallaðu "Fiskivinna for dummies". Tað var fyrst og fremst ein samanbering av gongdini og úrslitum hjá heimaflotanum og fjarfiskiflotanum. Stefan kom so við støði í hesi samanbering við nøkrum generellum tilmælum um broytingar í hvussu fiskivinnan fyri heimaflotan er skipað. Helst hevði hann rætt í tí mesta, hóast okkurt kanska manglaði, men Stefan fór eftir mínum tykki ov lítið í detaljur, fyri at vera ordiliga sannførandi.

Jóannes Jacobsen hevði síðani eitt upplegg um at skipa fiskivinnuna á marknaðargrundarlag. Sum inngang hevði hann nøkur sera undirhaldandi citat, sum vísa, hvussu almenna fatanini er av vinnu og búskapi í Føroyum, og hvussu áhugabólkar í stóran mun diktera fiskivinnupolitikkin. Hóast marknaðarbúskapur merkir óforútsigiligheit, so hevði tað helst hjálpt við nøkrum boðum uppá ymsar avleiðingar av eini marknaðargrundaðari skipan fyri fiskivinnu, so tað gjørdist meira ítøkiliga fyri áhoyrararnar at fyrihalda seg til. Og Jóannes eigur helst í síni framløgu at greiða frá, hví marknaðargrundaðar skipanir eru betri enn planbúskapur, í staðin fyri bara at taka tað sum givið.

Og so kom Tummas Justinussen, sum sambært fyriskiparunum skuldi siga, hvussu vinnan sær uppá støðuna. At hoyra Tummas tosa um búskap var sum at hyggja eftir Whale Wars: Yvirdrivið dramatiskt orðaval, fakta og hagtøl sum hann ikki dugdi at brúka, og meira undirhald enn upplýsing.

Eg uppfataði hetta faktisk fyrst sum reint undirhald, sum lítið hevði við veruleikan at gera, og av tí at hann mótsegði sær sjálvum alla tíðina, ivaðist eg, um Tummas meinti nógv í álvara, sum hann segði. Sum fráleið og tá spurningar úr salinum skuldu svarast var tó greitt, at tað gjørdi hann. Tað sum verri er, er at nógvir áhoyrarar -- akkra sum stuðlar hjá felagsskapum sum Sea Shepherd -- í stóran mun tyktust at eta møsnið rátt.

Eg hevði væntað av lesandi, at tey ikki lata seg imponera av vittigheitum, og at tey varnast sjálvmótsøgnir í argumentatiónini, men soleiðis er ikki, um mín uppfatan av stemninginum er rætt. Niðurstøðan av hesum ummæli er tí, at uppleggið hjá Stefan ("Fiskivinna for dummies") skuldi verið fylgt upp av einum "Búskapur for dummies".

p.s. Fiskasúpanin var frálík. Tíverri var sterka ølið útselt.

1 kommentar:

Jón R - Mortensen sagde ...

Mon ikki lættisoppa uppleggini vóru vend mótir teimum "dummies" sum allarhelst ikki hevði kent mun á Krugman og Breckman?

Kann tú annars ikki endurgeva onkri av hesum "stuttligu" citatum sum Jóaness kom við fyri okkum sum ikki hava andlitsbók???