Sider

tirsdag den 1. maj 2012

Góðan 1. mai

Ein spurdi, hví ongar greinar koma á bloggin fyri tíðina.

Eg havi ikki havt stundir, nógv arbeiði og onnur ting, men eg komi sjálvsagt aftur.

Her liggja skitsur til 100 greinar (tó okkurt helst er duplettir). Nógv er at taka fatt uppá: Forútsigiliga kreppan í Europa, makrelsemjan farin amokk, lønarsamráðingar o.a.

Góðan 1. mai!

Eg kundi ikki sagt tað betur, enn Teitur Vágadal ger á facebook í dag:

Góðan 1. mai øll somul.
Minnist til, at tað vóru ikki kapitalistar, ið mentu tað vesturlendska samfelagið. Hevði tað verið so, høvdu vit havt somu tilstandir, sum í Kina og USA. Kúgan av arbeiðsfólki.
  • Tað er fakfelagsrørslan, sum hevur megnað at fáa eitt sámiligt lønarstøðið,
  • tað er fakfelagsrørslan, sum hevur givið okkum 8+8+8 býtið í samdøgurðinum
  • tað er fakfelagsrørslan, sum hevur givið okkum feriu
  • tað er fakfelagsrørslan, sum hevur gingið á odda fyri einum solidariskum vælferðarsamfelagið,
  • og tað verður uppgávan hjá fakfelagsrørsluni at varðveita okkara solidariska vælferðarsamfelag,
tí at stættarstríði er aldrin av, so leingi stættirnar ikki vita av hvørjum øðrum.
"Gør din pligt, Kræv din ret!"

Ingen kommentarer: