Sider

lørdag den 19. maj 2012

Búskaparfrøði fyri børn og samgonguna

Tá tey verða ordiliga lýst, skilja tey flestu incitamentir, ið eru central í búskaparfrøðini. Sjálvt børn skilja tað, sum henda teknirøð lýsir so væl:

Trýst á myndina fyri at gera hana størri.
(Myndina hevur Institute for  New Economic Thinking lagt á facebook.)

Foreldrini geva gentuni økonomisk incitamentir at gera skúlating, men her eru incitamentini ikki nóg væl gjøgnumhugsað, og gentan sum sambært teknirøðini hevur potentiali at blíva búskaparfrøðingur (onkur vildi heldur sagt potentiali at blíva kapitalist) er snildari enn foreldrini. Hetta dømi lýsir tí ikki einans incitamentir, men eisini tað sum í finansieringsteori verður rópt arbitrage, ið er ein risikofríur ókeypis vinningur.


Arbitrage uppstendur, tá tveir marknaðir hava ymiskar prísir fyri somu vøru. Fungera marknaðirnir nóg væl, vilja útboð og eftirspurningur útjavna prísirnar, so arbitrage ikki er ein møguleiki. Arbitrage er gott at gera sær dælt av, men sum heild og fyri búskapin er tað ikki gagnligt. Tað lýsir teknirøðin sum so eisini rættiliga væl: Gentan lærir ikki at lesa.

Hugsa vit um politisku umsitingina av føroysku fiskivinnuni, so er ókeypis útlutan av fiskiloyvum eitt frálíkt dømi um arbitrage, sum politiska skipanin skapar, tí hon ikki skilir (ella ignorerar) marknaðarmegina. At landið letur fiskiloyvi út til ein prís (ókeypis, t.e. 0 kr) og loyvir, at rættindi verða handlað til marknaðarprís, sum sjáldan er 0 kr, er at skapa arbitrage.

Arbitrage í fiskivinnuni er ikki fyri ein og hvønn, einans tey sum fáa fiskiloyvi ókeypis kunnu gera sær dælt av arbitrage. Sostatt er væl hugsandi, at marknaðurin  fyri víðarisølu av fiskidøgum og -loyvum virkar nóg væl, men at politiska skipanin skapar trupulleikar við ikki eisini at brúka marknaðarprís í síni útlutan av rættindum. Trupulleikarnir síggjast aftur á tann hátt, at fiskivinnan ríkar tey upp sum rýma úr fiskivinnuni, meðan fiskivinnan verður meira skuldarbundin.

Politiska skipanin er líka óumhugsað, sum foreldrini hjá hasi gentuni.

1 kommentar:

Unknown sagde ...

Økonomiens hovedbestanddel er ubalance grundet samfundsøkonomiske fremskridt kræver gældsættelse. Gældsættelse er bobler og ubalance.
Økonomi er læren om hvordan disse bobler kan styres. Det er ikke læren om hvordan de kan undgås.