Sider

onsdag den 9. maj 2012

Virkar flatskattalættin?

Lønargjaldingarnar fyri apríl vísa eina framgongd uppá 59 mió kr higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur uppá 2.7 pct.

Sjálvsagt fara fólk so at diskutera, um tað er skattalættin, sum virkar. Tað reypa tey ungu fólkafloksfólkini av, áðrenn tey hugsa seg um -- ella lesa tølini. So lat okkum hyggja uppá tølini. Øll tøl eru frá Hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni, tað er tann eina talvan, sum hevur mánaðarligar lønargjaldingar, VHLGJALVG2.

Fyrst ein grafur við mánaðarligum lønargjaldingum (í mió. kr.) síðani januar 2009:


Sær tú skattalættan virka? Nei, ha? Men lat okkum zooma inn til tíðarskeiðið síðani januar 2011:


Sær tú hann nú?

Tað er ikki lætt á ráum tølum fyri lønargjaldingum at síggja nakra broyting. Men tað kann eisini vera trupult at síggja eina lítla varandi broyting, tá fleiri stór útsving eru sum fjala. So lat okkum hyggja eftir broytingum í staðin.

Her er ein mynd við mánaðarligum lønargjaldingum (sum áður) síðani januar 2009, saman við broyting hvønn mánað í mun til sama mánað árið fyri:


Blái grafurin vísir sum áður mánaðarligar lønargjaldingar (avlesast á høgra aksa) og reyði grafurin vísir broyting í mun til sama mánað í fjør. Tað er trupult at síggja nakran virknað frá skattalættanum, tí útsvingini í mánaðarligum broytingum eru so stórar. So lat okkum roknað broytingina fyri tríggjar teir seinastu mánaðirnar í mun til somu mánaðir árið fyri heldur. At rokna tríggjar mánaðir saman gevur eina javnari gongd, so stóru útsvingini verða javnaði nakað. Tað sær nú soleiðis út:


Jú, man sær eina framgongd seinnu mánaðirnar, men tað sær út til, at framgongdin byrjaði í august -- og gjørdi eitt dykk aftur um ársskiftið. Lat okkum zooma eitt sindur inn og hyggja eftir tíðarskeiðnum síðani januar 2011:


Jú, síðani august hevur verið framgongd í muntil sama tíðarskeið árið fyri. Eitt lítið dykk í november og december 2011, t.e. eftir at ABDH kom til valdið, kundi givið ábendingar um, at fólk sum hava havt møguleika til tað hava útsett løn til eftir ársskiftið fyri at fáa lægri skatt av hesi løn. Tískil eru hagtølini fyri lønargjaldingar fyrstu mánaðirnar í ár kanska eisini misvísandi, so veruligi vøksturin er minni enn hagtølini siga.

So aftur til spurningin: Er flatskattalættin farin at virka? Stutta svarið er nokk at siga nei, ikki enn. Og tað er helst eitt nøktandi svar. Framgongdin sum er nú, byrjaði í august 2011.

Tá hugsað verður um, at fyrra helvt av 2011 var fyrsta tíðin eftir at Fiskavirking fór á húsagang, er tað faktisk løgið, at ein størri framgongd ikki sæst nú í samanbering við sama tíðarskeið árið fyri. Framgongdin í heyst var í mun til tíðina áðrenn Fiskavirking fór á húsagang, og framgongdin í nýggja árinum, sum ikki tykist at vera størri, er í mun til tíðina eftir Fiskavirking fór á húsagang.

Ingen kommentarer: