Sider

søndag den 6. maj 2012

Fakfeløg tryggja javnvág sum skapar búskaparvøkstur

Paul Krugman, nobelprís-vinnandi búskaparprofessari í kjaki á "Viewpoint" á Current TV um hvussu búskaparkreppan kann fáast at enda, sum hann nýliga hevur givið eina heila bók út um:
A lot of it is, I think, that we need to recreate an environment in which union organizing is possible. Unions are not perfect, but now that we don't have them we realize how much we lack them. We need a counterweight to the power of big money in this country. I think we need to bring Labour back.
(Hygg eftir hesum parti av samrøðuni.)

Lat hetta vera eina lítla áminning og eina stóra ávaring til politiska valdið ímóti teirra herferð ímóti fakfeløgunum. Heldur skuldi politiska valdið roynt at styrkt fakfeløgini.

Hygg eftir allari samrøðuni:


Vertur í sendingini sær kanska kendur út, tað er Eliot Spitzer, fyrrv. guvernør í New York. sum varð feldur sum guvernør eftir at tað kom fram at hann hevði leigað call-girls. (Ein dokumentarfilmur er gjørdur um søguna og hevur verið sendur í Kringvarpinum við titlinum Guvernørurin og skøkjan.) Eliot Spitzer var ein sum royndi at steðga fíggjarsvansinum á Wall Street, tá hann var ákæri í statinum, og vildi tryggja at lógin varð hildin. Mín teori hevur alla tíðina verið, at tað vóru bankamenn á Wall Street sum hevndu seg á guvernørin Eliot Spitzer eftir at høvuðsákærin Eliot Spitzer vildi hava bankamenn sum bróta lógina og snýta sínar kundar í geglið.

Ingen kommentarer: