Sider

torsdag den 10. maj 2012

Samgongupolitikarar sum forfylgdur minniluti

Á vágaportalinum er ein samgongupolitikari úr Havn sum gremur seg um ringa viðferð. Hann ella hon heldur, at tað er púra óuppiborið, at henda mynd er komin í postkassan:


Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so brúkar hesin politikari høvi at siga, at fjølmiðlarnir eru eisini eftir samgongupolitikarum, og at hetta skrivið bara kemur í forlongilsi:
Aftaná áhaldandi einvegis tíðindaflutning í útvarpi og sjónvarpi og ikki minst í Sosialinum og eisini Dimmu, har missteinkilig-gering, jagstran, ósannindir og útspillan móti landsstýri og samgonguni, hevur henda hetzin, sum mest minnir um tríatíárini í Miðeuropa, havt við sær, at tað eru mong sum ganga og hótta valdar parlamentarikarar.

Eg rokni við at nógvir jødar í 1930-unum vildu fegin býtt um leiklut við føroyskar samgongupolitikarar í hesum døgum. Og helst hevði tað verið gott fyri Føroya fólk eisini -- jødar hava um ikki annað skil fyri pengum.

Eg eri annars púra samdur við hasum samgongupolitikaranum. Fólk skulu ikki hótta politikarar, men minnast til, at tey hava sjálvi valt reyvarholini.

1 kommentar:

Heðin dp sagde ...

Líka sum tað er synd í sjómanninum, so er tað synd í politikaranum. Tað er eisini tí politikarin skal hava bíðipengar og sleppur undan at fíggja sína pensjón sum hann kann fáa út tá hann er 60 ár. Sjálvi havi tey sum nú grenja valt hesi fantistisku fólkini. Nógv av teimum sum valdu Anniku Olsen gremja seg nú, tí tey siga, at tey valdu ikki Jørgen ella Fólkaflokkin, antin eru tey meira enn vanliga tápulig ella lúgva tey bevíst.