Sider

fredag den 4. maj 2012

Samgongan feirar fólkaatkvøðuna

Tveir dagar áðrenn fólkaatkvøðuna var Kári P. Højgaard á forsíðuni á Dimmalætting og setti succeskriterium fyri fólkaatkvøðuna: Minst helvtin skulu atkvøða:

Dimmalætting 1. mai 2012.

Kári P. Højgaard er nokk ikki tann politikarin, sum hevur besta realitetssansin. Men ein er, sum yvirhálar við fleiri bátslongdum. Tað er tann háttvirdi við tóma blikkinum, sum er Føroya løgmaður. Sjálvan fólkaatkvøðudagin spennir hann bogan og satsar alt: Tað er ikki nøktandi við sjálvbodnum óformligum samstarvi millum kommunur:

Dimmalætting 3. mai 2012.

Ikki bara gjørdist valluttøkan lág og undirtøkan lítil fyri uppskotinum -- minni enn triðihvør var á vali, og bara ein av hvørjum níggju atkvøddi fyri uppskotinum hjá samgonguni -- men mótmælini ímóti samgonguni vóru ógvuliga greið, bæði við mongum ógyldugum atkvøðum, sum henda á myndini hjá Kringvarpinum, og við stórum tali av sofaveljarum, ið einans kann skiljast sum eitt mótmæli ímóti samgonguni, tí samgongan hevði týðiliga og fleiri ferðir heitt á fólk um at fara á val, men tveir triðingar fóru kortini ikki.

Kringvarpið 3. mai 2012.

Hvussu sleppur samgongan úr hesi knípuni, vil tú kanska spyrja?

Hvørari knípu? Tey feira sigurin. Kaj Leo er í útvarpinum og ynskir øllum til lukku (men, leggur hann aftrat, ov mong hava tíverri ikki skilt, hvat fólkaatkvøðan gekk út uppá) -- og Kári, ja hygg sjálv/ur:

Portalurin 3. mai 2012.

At skíra tað heila fyri propaganda røkkur ikki heilt til at lýsa hesa samgongu. Eg veit ikki, hvat tað er. Men land og fólk hava ikki uppiborið hetta.

Ingen kommentarer: