Tað sum Fólkafl sigur er:
Stórur váði er við fiskivinnu, so reiðaríini mugu sleppa at eiga fiskatilfeingið í minst 12 ár, annars fær vinnan ikki fígging. Fígging skal brúkast at rinda 12 ára tilfeingið forút hjá teimum sum keypa seg inn í vinnuna.
Um loyvið skal takast aftur, skal landið rinda fult endurgjald. Vestergaard beróligar tó við at siga, at landið kann framvegis regulera fiskiskapin, um minni fiskur er. Hann segði enntá, at eingin veit um nøkur kvota er um tvey ár.
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
tirsdag den 28. februar 2012
mandag den 27. februar 2012
Tilfeingisrenta og tilfeingisgjald
At fólksins ogn, fiskurin, er eitt tilfeingi, hevur stóran týdning, tí hetta tilfeingi hevur eina tilfeingisrentu sum ger, at fiskivinnan ikki er ein vinna sum flestallar aðrar.
Fólksins ogn gevur eitt avkast á hvørjum ári, tilfeingisrentan, ið í krónum er tað teoretiskt hægsta virði, sum ber til at fáa burtur úr stovninum við optimalari stovnsrøkt og við einum optimalt samansettum veiðiflota, tá man dregur allar útreiðslur frá, herundir íløgur í skipini og vinning av tí, olju, hýrur, o.a. umframt kostnaðin av at viðlíkahalda tilfeingið, t.e. FVE, Havstova og fiskivinnufyrisitingina. Oljuprísir o.a. variera frá ári til ár, og tí er tilfeingisrentan heldur ikki tann sama á hvørjum ári.
Hetta avkast er eitt virði, sum fiskurin hevur longu áðrenn nakar hevur verið úti og fiskað, og at her er eitt veruligt virði kann staðfestast við at bjóða fiskirættindi út á einum marknaði, har prísurin vísir seg at vera størri enn 0 kr. Sum longu er roynt.

lørdag den 25. februar 2012
Almenn fíggjarmál (1)
Í útvarpinum í gjár á middegi hevði Dia Midjord samrøðu við Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um almenna húsarhaldið, í sambandi við at landsstýrið fyrireikar játtanarkarm fyri komandi fíggjarár. Jørgen Niclasen vil vera við, at vøkstur er á inntøkusíðuni, men at trupulleikar eru á útreiðslusíðuni, har tamarhald má fáast á. Og neyðugt er við sterkum lúti, tá sparast skal, verður sagt.
Lat okkum hyggja eftir tølunum.
Skal man meta um almenna búskapin yvir fleiri ár, so er rætt at máta almennar inntøkur og útreiðslur í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, BTÚ. Hetta vísir, hvussu stóran part av samlaðu framleiðsluni í búskapinum, tað almenna tekur inn, og hvussu stóran partur av samlaðu framleiðsluni endar sum almenn nýtsla. Og hyggja vit eftir fíggjarlógini hjá Løgtinginum, sær tað soleiðis út síðani 1998, ið er tað elsta sum er atkomiligt í datagrunninum hjá Hagstovuni, og fram til 2010, sum eru nýggjastu tølini:

Kelda: Hagtalsgrunnurin hjá Hagstovuni, fyrsta talvan undir Almenn fíggjarmál: AFINNUT |
fredag den 24. februar 2012
Jákup Fróði Djurhuus um uppboðssølu
Jákup Fróði Djurhuus setir tað rættiliga væl upp viðv. tilfeigisbúð sum viðmerking til greinina Rán á alljósum degi, sum Kári Mikkelsen hevur skrivað m.a. á Norðlýsinum:
Tí er tað neyðugt at hava eina tilfeingisbúð. Eina dynamiska skipan.
Um 100.000 tons eru at býta. Og Norðborg fær 50.000 tons, sum teir selja fyri 10 kr fyri pr kilo, tí at teir vørumenna og virka vøruna til matna, og vinnan í Gøtu fær 50.000 tons, sum fer til ídna fyri 5 kr pr kilo, so kann hetta halda fram í allar ævir.
Tí at onkur tilvildarligur landstýrismaður hevur peika á hesar báðar fyritøkurnar. Skipanin er statisk. Tit eiga hatta. Gerið sum tit vilja við hasar makrelarnar.
Men um vit høvdu eina tilfeingisbúð. Ein dynamiska skipan. Og Norðborg kundi framleitt 80.000 tons, so høvdu teir kunnu bjóða eitt lítið sindur meira fyri hesi 80.000 tons.
Ùtflutningsvirði hevði hækka frá 50.000 tonsum til 80.000 tonsum x 10 kr, og tey írestandi 20.000 tons høvdu verið útflutt fyri 5 kr.
Vinnan í Gøtu hevði noyðst at skunda sær at tillaga sítt virksemi, fyri at kunna vera við í kappingini, tí annars høvdu teir fingið trupulleikar.
Tað snýr seg ikki um, at tað almenna skal fáa so nógvan pening í kassan.
Tað snýr seg um at hava eina dynamiska skipan, har rávøran allatíðina flytir seg ímillum tey dugnaligastu reiðaríini, alt eftir hvussu nógv reiðaríini kunnu selja sína makrevørur fyri.
Og um nú 4 raskir menn úr Klaksvík hava silgt og forvunnið nógvan pening í Norra, og ætla sær inn í føroysku fiskivinnuna við teirri vitan sum teir hava nomið sær har, so er tað ongin trupulleiki, um Føroyar hava eina tilfeingisbúð.
Í dag er tað púra hopleyst.
Roknistykkið er ikki heilt so einfalt (økti kostnaður hjá Norðborg, íroknað íløgukostnaðu, í mun til tað Vinnan hevur skal dragast frá virðisøkingini), men hetta greiðir rættiliga væl frá tí nýggja dynamikki, sum ein tilfeingisbúð vil geva í vinnuna.
torsdag den 23. februar 2012
Forsinket omhu?
Dimmalætting skrivar í greinum 22. februar 2012 um avleiðingar av broyttari pensjónsskatting, at láglønt fáa stóra skattarokning í pensjónsárum, meðan løgmaður afturímóti fær meira útgoldið í pensjón. Í oddagreinini er Árni eitt sindur uppi at koyra:
Neyðug tøl hava annars verið tøk rættiliga leingi. Jan Otto S. Holm hevði framløgu um tað í Norðurlandahúsinum (leinkjan her virkar ikki í løtuni). Og Samtak legði tøl fram fyri Løgtingsins fíggjarnevnd, og liggja nøkur av tølunum sum fíggjarnevndarskjal C-1. Ein talva sum uppsummerar tøl frá líknandi útrokningum sæst her.
Í himmalsins navni: hvat hugsa tit fyri tykkum? Vit tosa ikki um stórar og dýrar pensjónir, men vanliga ratupensjón ella lívrentu!
(...)
Vit ganga úr frá, at hetta verður broytt aftur umgangandi, so vanlig fólk ikki verða revsað á gamalsaldrinum fyri at hava upptjent sær pensjón.
Neyðug tøl hava annars verið tøk rættiliga leingi. Jan Otto S. Holm hevði framløgu um tað í Norðurlandahúsinum (leinkjan her virkar ikki í løtuni). Og Samtak legði tøl fram fyri Løgtingsins fíggjarnevnd, og liggja nøkur av tølunum sum fíggjarnevndarskjal C-1. Ein talva sum uppsummerar tøl frá líknandi útrokningum sæst her.
tirsdag den 21. februar 2012
Ein til tín og ein til mín
Pallborðsluttakarar:
Úr grein í Dimmu 20. februar 2012 um kjakfund á Toftum har m.a. kjakast var um, hvussu fiskatilfeingið skal býtast.
- Jens C. Olsen, Føroya Fiskamarknaður
- Jógvan Gregersen, Vaðhorn Seafood
- Johannes M. Olsen, P/F Eysturoy
- Annfinn Olsen, Framherji
- Kaj Leo Johannesen, løgmaður
- Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum
- Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum
- Kári Mikkelsen, orðstýrari
Úr grein í Dimmu 20. februar 2012 um kjakfund á Toftum har m.a. kjakast var um, hvussu fiskatilfeingið skal býtast.
lørdag den 18. februar 2012
Hvør skal betala?
Hvussu kunnu Jørgen og Kaj sleppa at stýra nøkrum sum helst? Teir skapa bara ólukkur.
Og TAKS var ikki til reiðar, sum tey søgdu. PKA fær ikki teir neyðugu upplýsingarnar:
Nú mugu skilafólkini í samgonguni siga, at nokk er nokk. Ikki fleiri gølur av skundaðum málum. Tað er ógvuliga dýrt, og tað eru ikki skurkarnir sum rinda sjálvir, men fólk sum eru skattgjaldarar, løntakarar, pensionistar.
Fari nú í gongd við tey fyrireikaðu málini sum kommunureform.
Og TAKS var ikki til reiðar, sum tey søgdu. PKA fær ikki teir neyðugu upplýsingarnar:
Fra 1. januar 2012 er indbetalingen, som følge af den nye skattelovgivning på Færøerne, sket fra TAKS. PKA har ikke sammen med indbetalingerne fået de oplysninger, vi skal bruge for at sikre korrekt behandling af indbetalingen. Vi har forgæves bedt TAKS om disse oplysninger. Det betyder, at placering af indbetalinger på de enkelte medlemmers pensionsordning er en manuel og tidskrævende opgave.
Nú mugu skilafólkini í samgonguni siga, at nokk er nokk. Ikki fleiri gølur av skundaðum málum. Tað er ógvuliga dýrt, og tað eru ikki skurkarnir sum rinda sjálvir, men fólk sum eru skattgjaldarar, løntakarar, pensionistar.
Fari nú í gongd við tey fyrireikaðu málini sum kommunureform.
fredag den 17. februar 2012
Munur á monnum
Ikki kann man rósa Jørgen fyri at lýsa avleiðingarnar av hazard-politikkinum.
Kaj Leo skal hinvegin hava stórt rós fyri at geva sær stundir at tosa við mótmælandi pedagogarnar, og at lurta!
Kaj Leo skal hinvegin hava stórt rós fyri at geva sær stundir at tosa við mótmælandi pedagogarnar, og at lurta!
Upptøka av pedagogum í mótmælisgongu í Tinganesi, 16. febr. 2012
torsdag den 16. februar 2012
Kann man hava álit á Vinnuhúsinum? (2)
Vinnuhúsið ákærir nú meg fyri at taka leysrivin citat úr frágreiðingini hjá Búskaparráðnum. Vinnuhúsið skrivar:
Tá man lesir sitatini, sum eru nevnd í blogginum, fær man ta fatan, at Búskaparráðið á heysti 2009 als ikki hevur haft ta fatan, at tað er nakað strukturelt hall. Talan er tó um leysrivin sitat út einari viðgerð hjá búskaparráðnum av hesum spurningi. Tað er meira áhugavert, hvat niðurstøðan av viðgerðini er.
Mín endurgeving frá Búskaparráðnum í innlegginum her, var annars trý fylgjandi reglubrot úr búskaparráðsfrágreiðingini frá 2009 -- nettup fyri at vísa, hvat Búskaparráðið sjálvt skrivar. Tað er rættiliga grovt at kalla tað leysrivin citat!
onsdag den 15. februar 2012
Hvussu leingi skal man hugsa?
Hans Andrias Sølvará á facebook:
Helvtin av serfrøðini var lønt av pensjónskassum, og hin helvtin fekk tænastuboð frá Jørgen. Samgongutingfólk sótu har og vistu einki. Men tann eini samgongutinglimurin, sum vildi hava longri umhugsunartíð, Jenis av Rana, fekk boð frá løgmanni, at tað var tað sama sum at melda seg úr samgonguni. Proportionirnar mangla eitt sindur hjá løgmanni.
So er spurningurin, um reglan er, at í samgonguni er bara ein sum skal hugsa? Ella um tað er ein sum hugsar seinni enn øll hini.
Løgmaður, sum altíð sigur seg vilja hugsa seg væl um, áðrenn hann tekur eina avgerð, hevði brúk fyri trimum mánaðum fyri at koma til ta niðurstøðu, at Jákup Mikkelsen er ógegnigur - ein niðurstøða, sum longu var kend, tá løgmaður setti Jákup Mikkelsen í starv. Tann drúgva umhugsunartíðin hjá løgmanni tykist kortini bara vera neyðug, tá talan er um spurningar av lítlum samfelagsligum týdningi, tí hann hevði ikki somu umhugsunartíð fyri neyðini, áðrenn hann fyri jól í óðum verki og í stríð við alla serfrøði í økinum kollvelti alla skatta- og eftirlønaskipanina
Helvtin av serfrøðini var lønt av pensjónskassum, og hin helvtin fekk tænastuboð frá Jørgen. Samgongutingfólk sótu har og vistu einki. Men tann eini samgongutinglimurin, sum vildi hava longri umhugsunartíð, Jenis av Rana, fekk boð frá løgmanni, at tað var tað sama sum at melda seg úr samgonguni. Proportionirnar mangla eitt sindur hjá løgmanni.
So er spurningurin, um reglan er, at í samgonguni er bara ein sum skal hugsa? Ella um tað er ein sum hugsar seinni enn øll hini.
Fólkaflokkurin ansar altíð væl eftir pengunum
Teitur Vágadal á facebook:
Men Fólkafl hevur so um ikki annað eisini vaksið um privata løgfrøðingavinnuna! Tað loysir seg hjá teimum.
Nú tá Jákup Mikkelsen er koyrdur frá, so er neyðugt at hava eina lítlan statusrapport um støðuna.
Grundgeving hjá Jákup Mikkelsen fyri at gerast landstýrismaður: Nú var tað hansara túrur
Hvat hevur hann gjørt: Givið løgmansskrivstovuni eyka arbeiði (hetta kemur jú undir arbeiðsskapandi tiltøk, ikki so?)
Hvussu nógv hevur tað kostað: Ein kanning um hansara gegni: 31.000, og so verður hann koyrdur frá fyri ógegni, skulu vit krevja peningin aftur kanska?
Fráfaringarløn: Jákup Mikkelsen fer nú at fáa dupultløn í 3 mánaðir sum fráfarin landstýrismaður, ein eyka útreiðlsa á góðar 144 túsund kr. Kanska skal tað endurskoðast?
SO at enda: Jákup Mikkelsen hevur við Jørgen og Kaj á odda, sátt sera nógvan iva um gegni og ógegni, økt um arbeiðsbyrðu hjá løgmansskrivstovuni og fer at kostað tí føroyska samfelagnum umleið 180 túsund skattakrónur. Og Fólkaflokkurin vil at vit skulu minka um almenna geiran, og hetta er kanska hátturin.
Men Fólkafl hevur so um ikki annað eisini vaksið um privata løgfrøðingavinnuna! Tað loysir seg hjá teimum.
tirsdag den 14. februar 2012
Viðm. til grein hjá Líggjas Johannesen
Líggjas Johannesen skrivar grein, m.a. á Vágaportalinum: Er tað bara í fiskivinnuni at fólk verða útvald?
Hetta verður rættiliga drúgt, men eg havi roynt at gera mær ómak at viðmerkja alla greinina hjá Líggjasi, brot fyri brot, og at greiða gjølliga frá, hví eg haldi at Líggjas í fleiri førum misskilir, hvat búskaparfrøðingar siga, og eisini hvat endamálið er við teimum tilmælum, sum búskaparfrøðingar koma við.
Líggjas Johannesen skrivar:

Tað eru einir 5 persónar við nøkrum fjepparum afturat sær sum vilja avgera hvussu øll fiskivinna skal rekast í Føroyum. Teir 5 eru ikki valdir av fólkinum, ei heldur útvaldir av teimum fólkavaldu, men hava valt seg sjálvar út.Politiska skipanin velur eitt búskaparráð, men onnur hava eisini lov at hava eina meining um búskaparviðurskifti. Nøkur eru enntá, sum hava formligan førleika at gera metingar um búskapin og kvalificerað tilmæli til búskaparpolitikkin. Tað vanliga er ikki, at fólkið ella fólkavaldu velja, hvør skal siga sína meining. Men fólkið og fólkavaldu velja sjálvsagt, hvønn tey lurta eftir. Vónandi gera tey sær ómak í hesum vali.
lørdag den 11. februar 2012
Búskaparlógin hjá Murphy (2)
Øll kenna lógina hjá Murphy:
Búskaparfrøðingurin Alan Blinder hevur í bókini Hard heads, soft hearts roynt at orða eina búskaparversjón av lógini hjá Murphy. Hon ljóðar nakað soleiðis:
Umskrivingin til føroyskt er mín. Upprunaliga orðaði Blinder tað soleiðis á enskum:
If anything can go wrong, it will.
Búskaparfrøðingurin Alan Blinder hevur í bókini Hard heads, soft hearts roynt at orða eina búskaparversjón av lógini hjá Murphy. Hon ljóðar nakað soleiðis:
Tá búskaparfrøðingar eru samdir um okkurt og vita mest, er ávirkanin á førda politikkin minst. Tá búskaparfrøðingar hinvegin eru ósamdir, so fáa teir ávirkan, tí fólk velja sær ein búskaparfrøðing tey kunnu brúka til síni ideologisku endamál.
Umskrivingin til føroyskt er mín. Upprunaliga orðaði Blinder tað soleiðis á enskum:
Economists have the least influence on policy where they know the most and are most agreed; they have the most influence on policy where they know the least and disagree most vehemently.
fredag den 10. februar 2012
Kann man hava álit á Vinnuhúsinum?
Í Vinnusjónarmið 2011, sum hava fingið bragdliga heitið "Koyrið so á motorin", skrivar Vinnuhúsið fleiri ferðir um bygnaðarligt hall í Føroyum:
Undir Høvuðstilmæli:
Undir Almenni geirin í partinum Samandráttur:
Undir Høvuðstilmæli:
Ein avgerandi fortreyt fyri einum virkisfúsum vinnulívi er, at álit er á fíggjarstýringina av landshúsarhaldinum. Føroyski almenni geirin er metstórur, umframt at vit hava eitt sonevnt bygnaðarligt hall. Tá talan er um bygnaðarligt hall, er alneyðugt við politiskum tiltøkum. (s. 9)
Undir Almenni geirin í partinum Samandráttur:
Almenni geirin í Føroyum er stórur, og útreiðslurnar seinastu árini eru vaksnar nógv. So nógv, at vit sambært Búskaparráðnum hava eitt rættiliga stórt sonevnt bygnaðarligt hall, og tí skulu politisk tiltøk til. (s. 17)
torsdag den 9. februar 2012
Arbeiðir stjórnin fyri fólkið ella fyri útvaldar vinnufyritøkur?
Áhugaverd grein í Politiken um at bjarga virðunum, sum undanfarna borgarliga danska stjórnin hevur avreitt til útvaldar danskar vinnufyritøkur:
Det var en ulige kamp. Feje hold. På den ene side af bordet sad hele A-kæden fra Esplanaden. På den anden side sad Bendt Bendtsen
Allerede da aftalen blev indgået, advarede de økonomiske vismænd, olieeksperter (...) mod aftalen, der ikke alene var et brandudsalg, men samtidig ville forhindre fremtidens Folketing i at justere aftalen. Som Bendtsen dengang malerisk udtrykte det, ville han »beskytte A.P. Møller mod, at man senere sætter malkemaskinerne på«.
Det er derfor komplet uforståeligt, at de borgerlige partier, der har hovedansvaret for dette gigantiske brandudsalg af nationale værdier, igen sætter A.P. Møllers interesser over skatteydernes ved at bekæmpe en genforhandling.
Búskaparfrøðingar og samskifti
Páll Isholm í kronikk í Dimmalætting 1. februar 2012:
Páll Isholm í Góðan Morgun Føroyar 7. februar 2012:
Kjakið um tilfeingisgjald og uppboðssølu av fiskatilfeinginum er blivið til skotgravakríggj, siga atfinnandi røddir. Skotgravakríggj verður tað til, tá partarnir í kjakinum hava stór egináhugamál í málinum, ella ikki vita nakað um tað teir snakka um. Eg veit ikki, hvørja kategori, teir báðir persónarnir omanfyri hoyra til, men argumentini tykjast eitt sindur tilvildarlig, serliga tá man uppdagar, at tað er sami persónur sum talar.
Tann dag makrelurin er burtur, og landskassin kanska hevur fingið nakrar útlendskar milliónir í løtuvinningi,
Páll Isholm í Góðan Morgun Føroyar 7. februar 2012:
tað er ein vesentligur munur á oljuvinnu og fiskivinnu. Fiskivinnan (-tilfeingið, fle) hevur tað við at endurnýggja seg,
Kjakið um tilfeingisgjald og uppboðssølu av fiskatilfeinginum er blivið til skotgravakríggj, siga atfinnandi røddir. Skotgravakríggj verður tað til, tá partarnir í kjakinum hava stór egináhugamál í málinum, ella ikki vita nakað um tað teir snakka um. Eg veit ikki, hvørja kategori, teir báðir persónarnir omanfyri hoyra til, men argumentini tykjast eitt sindur tilvildarlig, serliga tá man uppdagar, at tað er sami persónur sum talar.
lørdag den 4. februar 2012
Tað skal loysa seg, tað heila
Nú vil Fólkaflokkurin eisini, at tað almenna skal rinda pengar til tey, sum ansa sínum egnu børnum.
Grundgevingin hjá Fólkaflokkinum er, at hesi fólk ikki belasta almennu kassarnar, og tað skulu tey. Tað er órættvíst at nøkur fáa, og onnur ikki, men heldur ikki hesa ferð er talan um øvund, sigur Fólkaflokkurin. Fólkafloksfólk sum ynskja vera dulnevnd, tá tey brúka orðið, siga at hetta princippið er meira solidariskt.
Nýggja princippið skal umfata allar almennar skipanir, sum fólk ikki brúka:
- Kommunurnar skulu eisini rinda fyri sparda ansing til tey, sum als ikki hava børn.
- Sjúkrahúsverkið skal rinda til øll, sum ikki verða innløgd.
- Heilsutrygd skal rinda til øll, sum ikki brúka medicin.
- Tey sum ikki hava børn í Fólkaskúlanum, tí tey ikki hava børn í skúlaaldri, skulu eisini hava pengar, og ikki bara tey, sum hava børn í privatskúla.
Enn er ikki avgjørt, um tað verður landskassin ella kommunukassarnir, sum skulu rinda fyri tey, sum ikki hava børn í fólkaskúlanum, men hetta skal takast upp í sambandi við kommunureformin.
torsdag den 2. februar 2012
"Folketinget er en børnehave"
Mogens Lykketoft, formand for Folketinget, kommenterer artikel i Politiken:
Hugsar formansskapurin fyri Løgtingið nakrantíð um líknandi trupulleikar? Situr formaðurin ikki ofta og krympar tær? Ella er formansskapurin líkasælur?
Tá eg havi lurtað eftir kjaki í Tinginum og landsstýrisfólk ikki svara spurningum frá tingfólki (sum er tað mest vanliga), so undrist eg, at tingformaðurin situr og gløðir býtt út í luftina í staðin fyri at krevja av landsstýrisfólkinum, at spurningurin verður svaraður.
Hvat ger tingformaðurin egentliga? Hann leiðir ikki kjakið, tí ein talva á vegginum sigur, hvør eigur tørn. Hann heldur ikki eyga við klokkuni, tí ein robottur sløkkir bara mikrofonina.
Og so eru tey fýra um at deila uppgávuna...
Fær tingformaðurin fulla tingmannaløn?
Flere af vores nyvalgte kolleger er forbløffede over debatformerne i Folketinget. Jeg er meget enig i kritikken, og derfor drøfter vi løbende i Præsidiet, hvordan vi kan skabe bedre rammer for debatten, så den kommer til at handle mindre om hinanden og mere om at finde løsninger på de aktuelle udfordringer. Så er det op til det enkelte medlem at bruge rammerne på en fornuftig måde.
Hugsar formansskapurin fyri Løgtingið nakrantíð um líknandi trupulleikar? Situr formaðurin ikki ofta og krympar tær? Ella er formansskapurin líkasælur?
Tá eg havi lurtað eftir kjaki í Tinginum og landsstýrisfólk ikki svara spurningum frá tingfólki (sum er tað mest vanliga), so undrist eg, at tingformaðurin situr og gløðir býtt út í luftina í staðin fyri at krevja av landsstýrisfólkinum, at spurningurin verður svaraður.
Hvat ger tingformaðurin egentliga? Hann leiðir ikki kjakið, tí ein talva á vegginum sigur, hvør eigur tørn. Hann heldur ikki eyga við klokkuni, tí ein robottur sløkkir bara mikrofonina.
Og so eru tey fýra um at deila uppgávuna...
Fær tingformaðurin fulla tingmannaløn?
Búskaparlógin hjá Murphy
Øll kenna lógina hjá Murphy:
Tað finst eisini ein búskaparversjón av lógini hjá Murphy. Hon ljóðar nakað soleiðis:
If anything can go wrong, it will.
Tað finst eisini ein búskaparversjón av lógini hjá Murphy. Hon ljóðar nakað soleiðis:
Tá búskaparfrøðingar eru samdir um okkurt, velja fólk ikki at lurta. Tá búskaparfrøðingar hinvegin eru ósamdir, so velja fólk sær tann búskaparfrøðingin tey kunnu brúka til síni ideologisku endamál.
onsdag den 1. februar 2012
Lønarsteðgur = minni hall á fíggjarlógini?
Í samrøðu við Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, sigur Ingi Samuelsen, journalistur, at eingin lønarhækkan (til Starvsmannafelagið) má vera ein hjálp at fáa javnvág á fíggjarlógina.
Men er tað so? At hetta varð sagt sum ein sjálvfylgja fekk meg í hvussu er at reagera og spyrja á facebook (her við smærri rættingum):
Men er tað so? At hetta varð sagt sum ein sjálvfylgja fekk meg í hvussu er at reagera og spyrja á facebook (her við smærri rættingum):
Hví sigur útvarpsmaðurin við fíggjarmálaráðharran, at eingin lønarhækkan (til Starvsmannafelagið) má vera ein hjálp at fáa javnvág á fíggjarlógina? Hevur hann spurt nakran økonom um tað?
Tað kann væl hugsast, at ov lág lønarhækking ger kreppuna størri, og tískil fíggjarlógarhallið størri.
Tað er sera spell, tá fjølmiðlarnir soleiðis eru við til at spjaða mytur um búskap.
Lívsáskoðan og fordeiling av skattabyrðuni
N-Jón Ellendersen sigur á facebook frá, at hann hevur spurt Føroya løgmann, Kaj Leo Johannesen:
Eg havi ein spurning, eg fegin vil hava teg at svara mær.
Sambært Joseph Stiglitz v.fl. finst ikki eitt einasta dømi um, at skattalætti til tey hægst løntu, hevur skapt vøkstur, sum er komin øllum samfelagnum til góðar.
Hinvegin, so hava tílíkir skattalættar einans ríka tey ríkaru, sum IKKI hava brúkt skattalættan til nýtslu, samfelagnum at gagni. Tey hava ístaðin brúkt skattalættarnar til antin at gera íløgur, sum bert gagna teimum sjálvum, ella eisini hava tey brúkt skattalættan til eina størri nýtslu uttanlanda.
Hvussu ber tað tá til, at tú, harra løgmaður, hevur tikið undir við hesum skálkaskjóli til at ríka tey ríku?
So langt eg kann minnast tín orð, so samsvarar hetta rættiliga illa við tað, tú sigur teg standa fyri.
Ger mær tí tann beina at svara mær: Hví tókst tú undir við hesum.
PS: Eg haldi tínir egnu veljarar eisini hava rætt til eitt svar.
Abonner på:
Opslag (Atom)