Í
útvarpinum leygarkvøldið hoyrdu vit Hans Kára Vang,
búskaparfrøðing, greiða frá tí sum hann sigur vera "nýggja
gransking", ið vísir, at vit skulu ikki vænta, at flatskattalættin hjá
ABDH-samgonguni kostar tað stóra, ja sum frálíður kostar hann kanska einki.
Hans Kári hevði framløgu á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin.
Hans Kári sigur við útvarpið, at politiskt og
akademiskt fokus er skift seinnu árini, og tí er henda nýggja granskingin komin
við hesum úrslitunum nú. Hans Kári sigur eisini, at tað serliga góða við flatskattalættanum er, at hann fer serliga til tær hægstu inntøkurnar, tí tað gevur mest vøkstur.
Tað sum Hans Kári hevur ført fram eru øll tey hugsaðu góðu argumentini fyri at skattalætti til tey háløntu er eitt gott hugskot. Men tað ger tað ikki til eitt gott hugskot. Tí búskaparfrøði umfatar eina ómetaliga stóra rúgvu av teorium og modellum, sum kunnu forklára alt millum himmal og jørð. Kunnu! Búskaparfrøðingar hava ongar trupulleikar at forklára,
hví toppskattalætti onki kostar. Tað er faktisk eisini sera lætt at forklára tað øvugta:
hví toppskattalætti kostar nógv, og serliga í longdini, um tað er tað man vil. Tað krevur bara eitt model. Men eitt model og ein forkláring uttan tilsvarandi
empiriskt grundarlag er lítið vert. (Empiri uttan model og forkláring er akkra líka lítið verd.)