Sider

torsdag den 4. oktober 2012

Hólmgongur ávirka sjáldan valúrslitið

... og tað skal Obama helst vera glaður fyri. Tí hann tapti rættiliga greitt fyrstu hólmgonguna ímóti Romney, sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið (í nátt okkara tíð). Talan var ikki um eitt knockout, men Romney var nógv greiðari í sínum svarum og virkaði betur upplagdur og klárur, meðan Obama virkaði sum hevði hann ikki hug at vera har. Kropsmálið, sum sjónvarpið avdúkar, var ikki til fyrimuns fyri Obama.

Men tað vanliga er faktisk, at avbjóðarin vinnur fyrstu hólmgonguna, og sitandi forseti (ella varaforseti sum bjóðar seg fram sum forsetavalevni) tapir. Her er ein listi við teimum hólmgongum sum hava verið sjónvarpaðar síðani ta fyrstu í 1960, har avbjóðarin hvørja ferð vann fyrsta umfar ímóti einum sitandi forseta/varaforseta. Eg havi roynt at finna okkurt brot við góðum dømum:
Dole í 1996, ímóti Clinton, forseta, var eitt undantak fra regluni um at avbjóðarin vinnur fyrstu hólmgongu. Í 2008 var hvørki nakar forseti ella varaforseti uppstillaður.

Umframt at avbjóðarin oftast vinnur fyrstu hólmgonguna, so er tað mest vanliga, sum bloggarin Nate Silver (á FiveThirtyEight) vísir á, at avbjóðarin ofta fær ágóða av fyrstu hólmgonguni sum sæst aftur í veljarakanningunum. Ein upplagd orsøk er, at forsetin í hólmgonguni kemur niður á støði sum valevni í staðin fyri forseti, og avbjóðarin við bara at standa yvir fyri forsetanum, verður lyftur í tign, og veljarar lættari kunnu ímynda sær avbjóðaran sum forseta. Skepsis um avbjóðaran minkar.

Men sum sagt í yvirskriftini, so vísir tað seg eisini, at ágóðin sum avbjóðarin ofta fær eftir fyrstu hólmgongu vanliga kámast, tá allar hólmgongurnar hava verið. Bloggarin Ezra Klein (á wonkblog) uppsummerar úrslit frá granskingini sum vísa, at hólmgongurnar vanliga ongan týdning hava. Einasta dømi, har samlaðu hólmgongurnar hava broytt nakað sum sæst aftur í veljarakanningunum er 1976. Tá vann Carter hólmgonguna -- Ford gjørdi stóran brølara í fyrsta umfari -- men Carter misti í veljarakanningunum. Ein orsøk, at hólmgongurnar ikki flyta so nógv er, at hóast avbjóðarin vinnur fyrsta umfar, javnast tað oftast út seinni. Bush-Clinton í 1992 er tó eitt undantak, og helst eisini Bush-Kerry í 2004. Clinton fekk ikki ágóða í veljarakanningunum burturúr at vinna hólmgongurnar í 1992. Kerry fekk eitt sindur burturúr sínum í 2004, munurin minkaði nakað, men hann var aftanfyri bæði áðrenn og aftaná.

Obama tapti hólmgonguna í gjár. Tað verður spennandi, hvussu hetta vísir seg í veljarakanningunum. At Romney vann hólmgonguna behøvist ikki eingang at merkja, at fleiri fáa hug at atkvøða fyri honum.

Ein orsøkin er, at nú fer fakta kontrol í gongd. Kanska kemur fram at okkurt sum Obama ella Romney hevur sagt er skeivt (tað var tað). Og kanska var okkurt eisini sera óheppið og kann brúkast av mótpartinum í restini av valstríðnum. Tá er tann meira aggressivi í hólmgonguni helst í størri vanda fyri at blíva raktur aftur av onkrum hann segði.

Ein onnur orsøk er, at veljarar eru eitt snedugt fólkaslag.

Ingen kommentarer: