Sider

fredag den 14. september 2012

Søgan endurtekur seg sjáldan

Verður hetta 1980-valgið umaftur? Tað hava republikanarar hildið uppá leingi.

Og teir hava fleiri ferðir roynt at samanbera Obama við Carter. Aftur her:
Republicans and their surrogates spent much of Thursday pinning the Carter kick-me sign on Barack Obama, portraying the current commander-in-chief as a Carter-esque wimp unwilling to challenge Islamist militants raging outside U.S. consular buildings in Libya, Yemen and Cairo.

Romney er aftanfyri í veljarakanningunum og hevur verið tað so gott sum alla tíðina. Munurin hevur tó varierað eitt sindur. Á tann hátt minnir tað eitt sindur um 1980 -- higartil -- tí tað var ikki fyrr enn beint fyri valgið, at Reagan fór fram um Carter í veljarakanningunum.

Vinstravongurin tók ongantíð Reagan í álvara, og tað var helst eitt mistak í valstríðnum og aftaná. Sjálvt aftaná hann var valdur, varð Reagan kallaður vánaligur sjónleikari og ein cowboy. Tað var tó júst tað, amerikanarar vildu hava, tá kenslan breiddi seg um, at Amerika var ikki so sterkt sum áður, m.a. eftir at amerikanska sendistovan í Iran varð hersett og starvsfólkini har hildin gíðslar. Og júst tí er hetta kanska ikki skilabesta atfinning móti Romney, Obama kemur við í sendingini 60 minutes:


Ingen kommentarer: