Sider

onsdag den 5. september 2012

Skilagóður hægstarættardómur í MVG-máli

Fyri at sleppa undan endurtøkum, tá eg blívi spurdur, hví eg fegnist um dómin hjá Hægstarætti í dag, havi eg savnað tað, sum eg havi skrivað um málið við MVG av skrásetingargjaldi.

Málið bleiv alment kent við einum innslagi í Degi og viku:


Dagur og vika 17. november 2006:
Tey sum hava keypt sær bil seinastu árini, eiga millum 10 000 og 20 000 krónur til góðar í landskassanum.
Øll sum hava keypt bil í tíðarskeiðnum 1999 til 2005 standa til at fáa eina stóra jólagávu úr landskassanum. Landskassin hevur nevniliga kravt umleið 15 000 kr ov nógv í meirvirðisgjaldi fyri hvønn bil í hesum tíðarskeiðnum, og tað er gjørt uttan heimild. Peningur, sum bilkeypararnir hava rætt at fáa endurgoldnan.
Um hesa somu tíð hevði Dag og vika-redaktiónin eina síðu, har man kundi gera viðmerkingar. Har skrivaði eg sama kvøld, sum hetta innslag var:
Viðv. MVG av skrásetingargjaldi:
Úttalilsi frá Gjaldsstovuni (skal vera Toll og skatt), at kærunevndaravgerðin einans galdar fyri tann eina eigarin er fjas. (Tit upplýstu ikki, um kærufreist er fyri bilkeyparar, sum tó møguliga kann rættvísgera hetta úttalilsi.)
Eg kann ikki ímynda mær, at Gjaldsstovan tapir eitt rættarmál sum hetta. Bilarnir eru keyptir við teimum avgjaldum (lóglig ella ei) sum hava verið uppkravd. Handil er farin fram undir hesum fortreytum, og príslegan hevur verið har eftir. Tað stríðir tí ímóti økonomiskum fornufti, at gjalda tað út, sum er ov nógv kravt inn. (Eg veit, at økonomiskur "fornuftur" er ikki skrivaður inn í nakra lóg, men natúrlógir og vit og skil verður brúkt.)
Hví leitaðu tit ikki eftir fordømum? Tað kemur kanska mánadagin. Tvey uppskot eru her: 1) Avgjald av øli var í fleiri ár roknað, sum vóru 35 cl í eini fløsku og ikki 33 cl, tit minnast kanska gomlu postávísingarnar, har stóð fyri ein kassa 10.5 litrar av øli og ikki 9.9 -- hasir 0.6 l manglaðu kanska onkuntíð í hjá tí tysta. Tá hetta varð rættað, varð einki endurgjald givið, og eg haldi hetta var góðkent í rættinum. 2) Danska Ambi-sakin, ólóglig uppkrevjing byrjaði í 1988, dømt í 1992, men einki endurgjald, tí eingin rættur móttakari var av endurgjaldi.

Bogi Godtfred svarar:
Munurin á bilum og brennivíni er júst tann, at hevur tú tikið ov nógv MVG fyri bilin, ber til at finna tann aftur, ið eigur pengarnar.

Men tá vikuskifti er farið afturum, er nýtt innslag í DV:
Ikki loysir seg at gleða seg ov tíðliga til at fáa pengar aftur frá tí almenna fyri tað, sum Toll- og skattstovan hevur tikið ov nógv frá teimum, sum hava keypt bil. Jógvan Elias W. Poulsen, adv. roknar við, at málið verður lagt fyri rættin, og hann kann koma til eina niðurstøðu, sum sleppur landskassanum undan at gjalda.

Tá málið skuldi fyri rættin, byrjaði kjak á kjak.org um málið. Eg førdi m.a. fram:
Tað er púra skeivt, at fólk fáa MVG aftur frá TAKS pga. ein formalitet -- eisini um tað ikki er fyrnað, og tað er eisini misskilt, at hesi fólk eru snýtt, tí talan var júst um ein formalitet.
Uttan MVG hevði netto-prísurin verið hægri, og sostatt fáa hesi fólk ein ókeypis vinning, um man broytir munin millum netto og brutto (t.e. MVG) afturvirkandi! Tað eru eisini onnur enn hesir bilkeyparir, sum hava havt ein miss av hesum mistaki, m.a. bilasølurnar, og eisini tey sum valdu IKKI at keypa, júst tí prísurin var tann hann var við MVG. Eingin ætlar opinbart, at hesi skulu endurrindast.
Eitt mistak er hent, men lívið gekk víðari til mistakið varð uppdagað. Óansæð hvat man ger, ber ikki til at spola aftur til tíðspunktið tá mistakið hendi, tí tíðin (og teir handlar sum hava verið og alskyns búskaparliga avleiðingar av hesum og avleiddum handlum) síðani tá er farin og kemur ikki aftur. Gjørdir handlar kunnu ikki ganga aftur, og tí eigur prísurin heldur ikki at vera broyttur afturvirkandi.

Spurin (anonymur) viðmerkir:
Tú er nógv stuttligari enn Jákup Veyhe. Er tað meiningin at vit skulu siga soleiðis við TAKS næstu ferð vit vera bjóðaði til toskagildi? Tíverri, formalitetur, mistak, tit fáa onga pengar, ein handil er ein handil?

FlóvinE:
Eg síggi ikki tað komiska í pástandinum um, at tað er at gera órætt at broyta ein prís afturvirkandi. Tí tað er eitt mistak, og ikki at rætta uppá eitt mistak. MVG-ið hevur ávirkan á marknaðarprísin, tískil kann man ikki bara rinda tað aftur og halda so er alt gott, tí tað er tað ikki. Eingin góð loysn finst at rætta mistakið.

FlóvinE:
... dómstólar skulu meta um hvat er rætt.
Bilasølan hevur ikki hækkað men lækkað prísin, tá eitt avgjald kemur á. Tískil fáa fólk bilarnar bíligari enn tey annars høvdu, rinda minni til bilasøluna enn tey skuldu, um ikki MVG varð lagt á.
Hetta eru ikki spekulatiónir, hetta er fyrsta semesturs pensum í mikroøkonomi. Tað hevur sera nógv við hetta málið at gera!

FlóvinE aftaná Føroya rættur gav bilkeyparunum viðhald:
Eg veit ikki, hvørji argument, (adv. hjá) TAKS førdi fram, men antin eri eg ósamdur við Føroya rætti, ella føri eg onnur argument fram enn TAKS.

FlóvinE:
TAKS hevur kravt preciss teir pengar inn frá bilkeyparum, sum lóggevarar vildu hava TAKS at krevja inn. Tað er ikki bara nakað TAKS hevur funnið uppá. Tað var púra greitt í viðmerkingunum, sum umfataðu roknidømi, hvussu MVG skuldi roknast og krevjast. Problemið er, at paragraffirnar eru ikki nóg neyvar. Tær samsvaraðu ikki við tað man ætlaði, og sum man segði at man ætlaði, og sum man í roknidømunum vísti, at man ætlaði.

FlóvinE:
Eg ætli mær ikki at døma í staðin fyri Føroya rætt, men eg vil hava lov at argumentera fyri míni meining, eisini aftaná at dómur er feldur, um eg eri ósamdur. ...
Annars tosi eg als ikki um líkheitir millum økonomi og skattarætt. Eg tosi um økonomi, og at eg haldi tað eigur eisini at telja í rímiligan mun, tí hóast lógir eru formellar, so seta tær ikki allan fornuft út av kraft.
Eg eri púra samdur í at TAKS hevur gjørt eitt mistak. Tað er einans avgerðin um hvat so skal henda, sum eg eri ósamdur í, og eg haldi eg havi ført nøkur nýggj argument fram, sum ikki vóru frammi áðrenn, og sum eg í hvussu er haldi eiga takast við.

Í dag feldi Hægstirættur dóm:
Det må lægges til grund, at der i perioden 1999-2005 er sket opkrævning af afgifter i overensstemmelse med disse hensigter med lovgivningen, uden at der er gjort indsigelse mod opkrævningen af den omhandlede mvg, idet alle involverede parter, både afgiftsmyndighederne, bilforhandlerne og køberne, i denne periode har været af den opfattelse, at opkrævningen skete med fornøden lovhjemmel. En imødekommelse af krav om tilbagebetaling som følge af, at en misforståelse har medført, at der opstår en fejl i samspillet mellem mvg-loven og registreringsafgiftsloven, vil give en vilkårlig kreds af bilkøbere en ubegrundet og uventet gevinst. Under disse ganske særlige omstændigheder finder Højesteret, at udgangspunktet om tilbagebetaling må fraviges.

Gott at vit og skil eisini telja í principiellum málum.

Ingen kommentarer: