Sider

tirsdag den 23. oktober 2012

So tætt er valgið í USA

Meðan vit bíða eftir síðstu hólmgonguni havi eg roynt at gera status í valstríðnum. Áðrenn triðju og síðstu hólmgonguna millum Obama og Romney, síggi eg støðuna í valstríðnum soleiðis, sum hetta kortið (trýst á myndina fyri at gera kortið størri) skal vísa:

Kort sett saman á 270towin.com.

Eg havi ikki bara hugt eftir, hvønn veg statirnir hella í løtuni, ella um annar er greiður favorittur, men eisini hugt eftir, um staturin er ein "must win". Í Virginia sum er reyður (t.e. til Romney) á myndini, er javnt í veljarakanningum í løtuni, men um Romney tapir í Virginia er so gott sum avgjørt, at hann tapir samanlagt. Ikki bara hyggi eg eftir matematiskum kombinatiónum at fáa meirilutan av valmonnum. Í Wisconsin t.d. er fyrimunurin hjá Obama rættiliga lítil (varaforsetavalevni hjá Romney, Paul Ryan, er frá Wisconsin), men um Obama tapir í Wisconsin, er sannlíkt at hann tapir valgið samanlagt, tí aðrir statir fara sama veg. (Eg sigi ikki -- tvær vikur áðrenn valgið -- at allir reyðu og bláu statirnir enda soleiðis sum eg havi markerað, men tað eg sigi er: Um Romney ikki vinnur allar teir reyðu statirnar eg havi merkt á kortinum, tapir hann samanlagt, og um Obama ikki vinnur allar teir bláu statirnar, tapir hann samanlagt.)

Telja vit valmenn í hesi metingini, eru 253 til Obama og 248 til Romney. Íalt eru 538 valmenn, so 270 skulu til fyri at vinna.

Obama er eitt sindur nærri, og skal einans vinna Ohio við 18 valmonnum aftrat teimum statunum, sum eg havi teknað bláar. Uttan Ohio kann Obama eisini koma til 270 við at vinna Colorado og antin Iowa ella New Hampshire. Í Colorado er rættiliga javnt sambært veljarakanningunum, har Romney hevur undanvind og tí kanska er lítil favorittur. Men Obama tykist vera favorittur í Iowa og kanska eisini í New Hampshire eftir veljarakanningunum at døma.

Fyri fáum vikum síðani var Obama greiður favorittur, tí hann var frammanfyri í næstan øllum teimum 10 statunum, sum hava verið mettir sum svingstatir, t.e. har bæði Romney og Obama høvdu møguleika at vinna. Men Romney hevur -- serliga síðani fyrstu hólmgonguni -- tikið nógv inn á Obama og er farin framum í nøkrum av statunum. So hóast Obama enn er lítil favorittur, so er í løtuni nógv sum bendir á, at ikki bara Romney men eisini Obama hevur fyri neyðini at vinna Ohio, fyri at vinna samanlagt.

"As goes Ohio, so goes the nation," plaga tey siga um Ohio.

Ingen kommentarer: