Sider

mandag den 15. oktober 2012

Hvørjir karmar galda?

Útvarpið veit at siga, at andstøðan hevur kært Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, til landsstýrismálanevndina, tí uppskotið hjá honum til fíggjarlóg fyri 2013, ikki fylgir samtyktu karumunum frá í vár. Kæran snýr seg í fyrsta lagi um, at upphæddirnar í fíggjarlógaruppskotinum ikki samsvara við samtyktu karmarnar, og í øðrum lagi at framskrivingar av lønum og prísum ikki eru við, og harvið sæst ikki, hvussu stórar sparingarnar í veruleikanum eru.

Ein partur av tí fyrra kann forklárast við broyttum fortreytum. Tvs. um landsstýrismaðurin helt seg til samtyktu upphæddirnar í fíggjarkarmunum, mátti hann síggja burtur frá veruleikanum, tvs. leggja órealistiskt fíggjarlógaruppskot fram. Tað kann ikki vera meiningin (og er tað heldur ikki sambært játtanarskipani, tí hon sigur, at fíggjarlógaruppskot skulu vera realistisk). Ein annar partur av broytingunum er semja aftaná politiska telving í samgonguni. Hetta vísir, at mannagongdin við at samtykkja karmar um várið og at viðgera fíggjarlóg um heystið er at kalla meiningsleys. Her má nýggj mannagongd finnast, og kanska skulu bara fíggjarkarmarnir droppast, og Fíggjarmálaráðið hava samráðingar við samgongu og andstøðu í tilgongdini at fyrireika fíggjarlógaruppskot at leggja fyri Løgtingið.

Seinni partur av kæruni hinvegin er áhugaverdur. Jørgen Niclasen, sum vísir ákærunum aftur, sigur at enda í samrøðuni við útvarpið:
Tað stendur í karmunum sum vit løgdu fram, at tað er í føstum prísum, tvs. lønar- og prísvøkstur eru ikki við, men tað stendur eisini púra greitt í kørmunum vit løgdu fram, at fyri 2013 verða lønirnar ikki framskrivaðar, og tað er tað sum vit hava gjørt í fíggjarlógini sum samsvarar fult við tað, sum vit upplýstu í fíggjarkarmunum. So eg standi eitt sindur spyrjandi fyri, hví ið slíkir setningar koma inn. (frá 3:20 og fram)

Her er galið við grundgevingini. Tað eru ikki teir fíggjarkarmar, sum Jørgen Niclasen sjálvur legði fyri Løgtingið í vár, sum eru galdandi, men teir fíggjarkarmar, sum Løgtingið hevur samtykt. So at Jørgen hevur upplýst okkurt fyri Løgtingið er púra irrelevant.

Jørgen hevur annars rætt viðvíkjandi uppskotinum. Í uppskotinum til fíggjarkarmar (beinleiðis link) stendur:
Rakstrarútreiðslurnar og inntøkurnar eru framskrivaðar við 2013-prísum. Hetta merkir, at hædd er ikki tikin fyri prís- og lønarvøkstri. Tó er avgerð tikin um, at í játtanarkørmunum fyri 2013 verður kompensatión ikki givin fyri lønarvøkstur. (s. 3)

Men í álitinum frá fíggjarnevndini um fíggjarkarmar fyri 2013 (beinleiðis link) minnir nevndin á, at í álitinum frá 2006 (beinleiðis link) um játtanarskipan landsins sum varð viðgjørd og samtykt í 2009 stendur:
Uppskotið til samtyktar skal verða gjørt við støði í tølunum fyri mett ætlanarár í galdandi fíggjarlóg við tøkniligum broytingum, ið kunnu standast av prís- og lønargongdini, og annars verða grundað á búskaparligu útlitini fyri komandi ár. (s. 2)

Hetta eigur vera nóg mikið til at staðfesta, at Jørgen Niclasen hevur ikki gjørt sína skyldu við tí uppskoti til fíggjarlóg hann hevur lagt fram, tí hann upplýsir ikki fyri Løgtinginum, hvussu stórar sparingar tað hevur við sær, at lønarhækkingar ikki verða framskrivaðar í játtanunum á fíggjarlógini.

Men harumframt stendur í tilmælinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, og sum Løgtingið eisini samtykti, at:
Upphæddirnar í talvuni eru í føstum prísum. Tað merkir, at í tann mun, at prís- og lønarvøkstur er í samfelagnum, broytast upphæddirnar samsvarandi. (til talvu á s. 4)

So hvat hevur Løgtingið samtykt? Skal Landssjúkrahúsið eins og aðrir almennir stovnar ikki hava hægri játtan vegna lønarhækkanir? Soleiðis lesi eg samtyktina hjá Løgtinginum. Í kjaki á Facebook hevur fíggjarnevndarlimur tó sagt nakað annað. Tað var tó Bill Justinussen, og sum vit fyrr hava sæð, veit hann ikki altíð so væl hvat stendur í fíggjarlógini.

Ingen kommentarer: