Sider

torsdag den 11. oktober 2012

Veruleikin er subjektivur

Veruleikin hjá løgmanni:
Løgmaður sigur, at lønin hjá landsstýrisfólkum er lutfalsliga lág, samanborið við lønarlagið í samfelagnum. Hinvegin hava landsstýrisfólk góð pensjónsviðurskifti og skattafrí ískoyti til borðfæ. Harafturat kemur kostnaðarendurgjaldið til ferðing, sum er lutfalsliga høgt.
Kelda: Løgmansskrivstovan og Kringvarpið.

Veruleikin hjá fólkinum:
200 av barnafamiljunum, sum í fjør fingu jólahjálp frá "Í menniskjum góður tokki," høvdu 50 krónur ella minni at liva fyri um dagin. Tað hevur hjálparfelagsskapurin greinað seg fram til út frá umsóknunum, sum komu í fjør. Her eru nøkur dømi:
Mamma við 2 børnum:
Vit eta heitan mat max eina ferð um vikuna. Onkutíð kemur tað fyri at tað ganga 3 vikur ímillum.
Mamma við 3 børnum:
Eg fái mat frá einum manni, ið heintar útgingnan mat úr handlum her í Havn. Ofta má eg koyra helvtina burtur, tí tað er spilt. Eg eri onkuntíð bangin fyri at geva børnunum matin ið eg fái, um hann er ov gamal. Men eg havi onki val. Fríggjadag, tá starvsfólki er farið heim, taki eg breyðið, ið er pakka niður at geva dunnum, heim við.
Mamma við 2 børnum:
Eg eri ein einsamøll mamma, við tveimun børnum, eini gentu á 6 ár og einum drong á 3 ár. Vit stríðast hvønn dag við at fáa endanar at hanga saman. Vit hava ikki ráð at eta heitan døgura hvønn dag, og tað kemur ofta fyri, at vit ikki hava ráð at keypa eitt rugbreyð og ein pakka av mjólk. Tað er serliga ringt, tá vikan er við at vera liðug, at penganir ikki røkka longur...
Par við 2 børnum undir 18 ár:
Eg eri óarbeiðsfør vegna sjúku. Havi søkt fyritíðarpensjón, men fái ongar pengar sum er. Maðurin hevur gingið arbeiðsleysur síðani mars. Vit eru 7 fólk í húsi, eldri børn búgva inni. Kontan hjá okkum báður stendur í troti, hava ikki fingið goldið lán og annað, sum vit skulu. Hava fingið fyri mat onkuntíð frá foreldrum og øðrum, so vit ikki ganga svong. Alt sær bara vónleyst út.
Mamma við 2 børnum:
Eg havi fingið klæði, fisk og annað frá vinum og familju sum eisini vita hvussu støðan er, og tað er ikki tí man ikki vil klára seg - tað er bara ómøguligt. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvar eg hevði verið uttan hjálp frá mínum kæru. Eg havi fast arbeiði og arbeiði hvønn dag. Eg eri hjálparfólk á barnagarði, men tað er ringt at fáa alt at hanga saman við teimum prísum, sum eru her á landi og tí løn eg fái.
Par við 2 børnum:
Vit arbeiða bert 3-4 dagar um vikuna. Tá alt er goldið, og man stendur til at handla inn, má man taka sær eitt minus fyri at keypa mat inn. Nú tá jólini eru um hornið, so hugsar man nógv um tað, sum man vil geva børnunum. Men tá tað er ringt at fáa mat á borðið til dagligt, so kann man ikki annað enn at droyma.
Kelda: Í menniskjum góður tokki og Kringvarpið.

2 kommentarer:

Unknown sagde ...

Hasi dømini fevna neyvan um tey, løgmaður umtalar sum "tey, sum eru umborð á bátinum".

Tað er gamalt, at tú kanst meta eitt land eftir, hvussu tað fer við sínum veikastu. Í so máta eru vit farin at dansa við tungu dreingjunum í Ungarn, Ukrainu o.l. autoriterum londum.

Unknown sagde ...

Hesi er helst tey, løgmaður umrøður sum "tey, sum ikki eru við umborð" - tí har sleppa bert fyrrverandi, kollsilgdir handilsmenn sum løgmaður og onkur, sum hevur so langar fingrar, at teir røkka niður í lumman hjá grannanum.