Sider

mandag den 15. oktober 2012

Búskaparfrøðin um føroyska kreppupolitikkin

Tað er rætt, at búskaparfrøðingar hava ikki verið samdir um hvat rætti kreppupolitikkurin er.

Eg byrjaði fyri tíð síðani av og á at pástanda í búskaparkjaki, at alt fleiri búskaparfrøðingar fluttu seg rætta vegin, t.e. viðurkenna at sparipolitikkur er ikki rætta loysnin uppá hesa búskaparkreppuna heldur. Tað var kanska at spenna bogan í meira lagi at siga hetta var hent, men væntaði eg, at tað var bara spurningur um tíð. Og við seinastu frágreiðingini (World Economic Outlook) hjá IMF, sum eg umrøddi fríggjadagin, er hent eitt avgerandi brot við tann kreppupolitikk, sum hevur rátt síðani miðskeiðis í 2010, tá búskaparpolitikkurin í staðin fyri at bekymra seg um búskaparkreppuna fór at ræðast eina vaksandi skuld.

(Í Føroyum byrjaði man tó longu á vári 2009 at ræðast vaksandi skuld, áðrenn man stúrdi fyri búskapinum. Og í hvønn mun búskaparkreppan tí er sjálvskapt av einum óneyðugum skuldarfelluhysteríi er sanniliga vert eina nærri greining, serliga sæð í ljósinum av, at drúgvur lágkonjunkurur hevur verið, hóast tað gongur væl við útflutninginum.)

IMF hevði sín árliga fund tríggjar dagar í Tokyo í síðstu viku. Fundurin gjørdi niðurstøðu og tilmæli, sum eisini koma eftir teirra seinastu frágreiðing, sum er nevnd omanfyri. Eftir fundin hevði CNN samrøðu við Christine Legarde, IMF managing director, ið sæst her, og hon byrjar við at greiða frá tilmælunum frá IMF í trimum punktum:


Tilmælini hjá IMF eru also:
  1. Ikki fremja ov ógvusligar sparingar, men brúka neyðuga tíð.
  2. Ikki fokusera uppá eitt tilvildarligt tal (upphædd og/ella árstal), men rættan politikk.
  3. Lat automatiskar stabilisatorar sleppa at virka.

Hetta er also heilt fantastiskt, sæð í einum føroyskum høpi. Føroyingar gera akkurát tað øvugta:
  1. Framhaldandi sparingar, sum reka fólk av landinum.
  2. So sterkt fokus á at hava yvirskot á fíggjarlógini í 2016, at tað stendur fyrst í samgonguskjalinum.
  3. Sterkasti automatiski stabilisator, ALS, slapp ikki at virka, og útgjaldið varð lækkað. (Hesin bloggur hevur skrivað um ALS longu í december í fjør og síðani aftur í mai í ár.)

Í Føroyum ger man sostatt ímóti øllum trimum tilmælunum sum IMF metir eru mest týdningarmikil í verandi búskaparstøðu.
Send en kommentar