Sider

søndag den 14. oktober 2012

Trupulleikin hjá Obama

Ezra Klein rakar helst seymin á høvdið á sínum WonkBlog á heimasíðuni hjá Washington Post:
At this point, Romney and Obama are running almost perfectly opposite campaigns. Romney can tell you exactly what he wants to do, but barely a word about how he’ll do it. Obama can’t describe what he wants to achieve, but he can tell you everything about how he’ll get it done. It’s a campaign without real policies against a campaign lacking a clear vision.

Eftir at Obama helt eina substansleysa røðu á konventinum fyrst í september, fór hann frá Romney í undirtøku. (Jú, røðan hjá Bill Clinton hevði eisini nógv at siga.) Eftir at Romney í fyrstu hólmgonguni avnoktaði alt tað konkreta í sínum egna valprogrammi, sum kundi styggja veljarar burtur, tók hann Obama aftur í undirtøku.

Trupulleikin fyri Obama er, at soleiðis sum valstríð fer fram, soleiðis sum miðlarnir fara fram, tá valstríð er ("neutralur" merkir, at man sigur báðir lúgva líka nógv), og soleiðis sum sambandið er millum politikarar og veljarar, er tað lættari at vinna við tómum vallyftum enn við ítøkiligum ætlanum. Eisini hóast veljarar (og serliga miðveljarar) siga seg vilja hava substans í vallyftini.

Ingen kommentarer: