Meðan vit bíða eftir síðstu hólmgonguni havi eg roynt at gera status í valstríðnum. Áðrenn triðju og síðstu hólmgonguna millum Obama og Romney, síggi eg støðuna í valstríðnum soleiðis, sum hetta kortið (trýst á myndina fyri at gera kortið størri) skal vísa:
Eg havi ikki bara hugt eftir, hvønn veg statirnir hella í løtuni, ella um annar er greiður favorittur, men eisini hugt eftir, um staturin er ein "must win". Í Virginia sum er reyður (t.e. til Romney) á myndini, er javnt í veljarakanningum í løtuni, men um Romney tapir í Virginia er so gott sum avgjørt, at hann tapir samanlagt. Ikki bara hyggi eg eftir matematiskum kombinatiónum at fáa meirilutan av valmonnum. Í Wisconsin t.d. er fyrimunurin hjá Obama rættiliga lítil (varaforsetavalevni hjá Romney, Paul Ryan, er frá Wisconsin), men um Obama tapir í Wisconsin, er sannlíkt at hann tapir valgið samanlagt, tí aðrir statir fara sama veg. (Eg sigi ikki -- tvær vikur áðrenn valgið -- at allir reyðu og bláu statirnir enda soleiðis sum eg havi markerað, men tað eg sigi er: Um Romney ikki vinnur allar teir reyðu statirnar eg havi merkt á kortinum, tapir hann samanlagt, og um Obama ikki vinnur allar teir bláu statirnar, tapir hann samanlagt.)