Rói Egholm talar til floksting Tjóðveldis 2014. |
Rói Egholm helt eina sera áhugaverda og frálíka góða røðu á flokstingi Tjóðveldis, har hann vísti á, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri vinnuna og fyri fólkaræðið, at trý alifeløg og fýra reiðarí hava fingið forerandi (ella kraddað seg til) fólksins ogn. Her eru brot:
Kristina sigur, at tað er heilt fantastiskt at hava eina fyritøku sum hevur yvir 700 mió kr í yvirskoti. Men hvussu merkja vit tað? Hvussu merkir føroyingurin, at okkara høvuðsvinna hevur tað gott? Vit merkja tað slett ikki. Vit merkja tað slett yvirhøvur ikki! Og tá ið man hevur verið í hesi vinnuni síðani 1986 og kennir til, hví ið Regin situr á sínum loyvum -- hví situr Regin á sínum loyvum? Ella hví sita teir, sum hava hini loyvini, hví sita teir á teimum? Tað er ikki tí teir hava verið úti í eini fríari kapping og vunnið sær rættindi. Tað er ikki tí! Tað er tí, onkur er systkinabarn onkran og onkur kennir onkran, tað er tí teir sita á loyvunum. Eg sigi tað, at teir sum arbeiða í hesi vinnuni, hesi sjey feløgini, tey gera alt púra rætt. Man kann ikki lasta hesi feløgini fyri at gera nakað skeivt, tey gera púra rætt. Øll sum høvdu sitið í teirra stóli høvdu gjørt tað soleiðis. Men skipanin er skeiv.