Sider

tirsdag den 25. marts 2014

Politisk telving og útlendskir eigarar

Dagur og vika (við kjaki) hevur í gjárkvøldið og í kvøld viðgjørt tveir spurningar viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni: Skulu útlendingar sleppa at eiga í føroyskari fiskivinnu, og hvussu verður makrelkvotan býtt.

Í Degi og viku í gjárkvøldið var innslag um fiskivinnu og útlendskan kapital (byrjar eftir 6:22). Tað snúði seg um uppskotið hjá Tjóðveldi um forboð ímóti útlendskum eigarum í fiskivinnuni, og innslagið var um, hvat føroysku vinnuligu seráhugamálini halda um uppskotið hjá Tjóðveldi. Triðja beinið í einum væl lýstum máli: eitt fakligt ískoyti til spurningin  -- var ikki við.

Í avannonceringini av innslagnum í gjárkvøldið segði Johnsigurd, at í kvøld skuldi koma kjak um eigaraviðurskiftini í fiskivinnuni og uppskotið hjá Tjóðveldi. So roknaði eg so avgjørt við, at eitt innslag við fakligum ískoyti kom í Degi og viku í kvøld, sum upptakt, so kjakið ikki stóð á berum. Ella kanska, at tað bleiv kjak millum fakfólk.

Men so var ikki. Tvørturímóti! Og tað, hóast nógv var um fiskivinnu í Degi og viku -- meira um tað um eina løtu.

Kjakið um útlendskan kapital í fiskivinnuni var eitt kjak, har Kringvarpið ikki frammanundan varð komið við nøkrum fakligum ískoyti til spurningin yvirhøvur. Hevur Kringvarpið ikki ein gang roynt at finna ein búskaparfrøðing, sum hevur eina meining um uppskotið hjá Tjóðveldi, og sum -- eitt nú -- kanska kann siga, hvørja ávirkan tað hevur á, hvussu nógv eigarin av tilfeinginum, Føroya fólk, fær burtur úr, sum hóast alt er ein rættiliga vigtigur spurningur. Fastir lesarar vita, at hesin bloggur er ímóti uppskotinum og at útihýsa útlendskum eigarum, og økonomar sum heild eru samdir um henda spurning.

Og so aftur til Dag og viku í kvøld. Har var fyrst eitt langt innslag (næstan fýra minuttir), men bert við samankliptum samrøðum við Kaj Leo og Jacob Vestergaard um politisku telvingina um makrelin (byrjar á 13:00). Har var einki fakligt ískoyti til spurningin, hvørki um, hvussu best er at býta, ella hvussu man finnur besta býtið. Og síðani ein long samrøða (meira enn fýra minuttir aftrat) við John Johannessen, viðmerkjara í studio (byrjar á 16:45), um somu politisku telving og hvør hevur hvussu nógva ávirkan, um kjakið, um motiv og atlit og um valdsjavnvágina í samgonguni, og hvør fær politiskan ágóða av býtinum, sum skal gerast. Heldur ikki her var nakað fakligt ískoyti, hvørki um, hvør fær fíggjarliga ágóðan av býtinum, alt eftir hvussu tað verður gjørt, ella um, hvussu samlaða búskaparliga úrtøkan verður so stór sum møguligt. (Ískoyti dagin eftir: Kringvarpið hevur nú lagt út hesi bæði innsløgini út í einum klippi.)

Hvørki innslag ella studiosamrøða snúi seg um, hvussu eigarin av tilfeinginum, Føroya fólk, fær mest burturúr! Heldur Kringvarpið, at tað als ikki er interessant?

Tveir kompliceraðir spurningar hava verið viðgjørdir, har politikararnir fara at fáa síðsta orðið, tá málini koma til viðgerðar í politisku skipanini. Teir -- politikararnir -- hava ikki júst skil fyri nøkrum av spurningunum, men eingin annar slapp framat uttan politikarar og politiskir viðmerkingar -- og so sjálvandi tey vinnuligu seráhugamálini. Eitt fakligt ískoyti hevði helst snarað málið til vigtigari spurningar sum: Hvussu fær Føroya fólk mest burtur úr. Tí fyri fakfólk er tað mest avgerandi spurningurin. Eins og fyri Føroya fólk. Men journalistarnar í Kringvarpinum eru opinbart stadigvekk uppi at koyra yvir House of Cards, har onnur sæson nýliga er komin út á Netflix.

Ingen kommentarer: