Sider

torsdag den 20. marts 2014

Makrelkvotan og fátækramarkið í 2014

Í 2011 seldi landið 20.000 tons av makreli á uppboðssølu. Hetta gav góðar 70 mió kr í búskapargrunnin. (Fólkaflokkurin tømdi tó búskapargrunnin aftur sum eitt tað fyrsta eftir at flokkurin yvirtók fíggjarmál, so hesir pengarnir eru ikki til longur.)

Í 2014 er føroyska makrelkvotan 156.240 tons. Verða rættindini at fiska makrelin seld á uppboðssølu og prísurin verður tann sami sum í 2011, kann tað geva góðar 550 mió kr til eigaran av tilfeinginum: Føroya fólk.

Í 2011 skuldi allur makrelurin fiskast í føroyskum øki. Av tí at makrelsemjan ger, at fiskast kann eisini í norskum og ES-sjógvi og eftir metingum annars, kann upphæddin kanska blíva 100 mió kr meira enn omanfyri nevnda, ella umleið 650 mió kr! (Hetta samsvarar eisini við bæði útrokningar hjá búskaparfrøðingum og við virðið á handlaðum kvotum í Íslandi.)

So 650 mió kr. Hetta er virðið á makreltilfeinginum, og hetta er upphæddin, sum Føroya fólk kann fáa, um makrelkvotan 2014 verður seld á uppboði. Og bara føroysk skip við føroyskum manningarsáttmálum sleppa at bjóða.

Til samanberingar kostar umleið 60 mió kr at lyfta allar teir umleið 1550 føroyingarnar sum eru undir fátækramarkinum upp um markið. T.e. minni enn tíggjund.


Sig, hvat ger Tingið...

Ein nevnd hevur sitið leingi og arbeitt við at áseta føroyska fátækramarkið. Eftir longda freist eini tvær ferðir, komu tey við áliti í síðstu viku. So nú er klárt at fara í gongd at tryggja, at eingin er fátækur í Føroyum. Tað kostar sum nevnt 60 mió kr.

Eg giti, at Løgtingið fer ikki at finna hasar 60 mió kr í 2014 ella á fíggjarlógini fyri 2015. Men sama Løgting fer -- um eg giti rætt -- í 2014 at lata einum úrvaldum skara av frammanundan ovurríkum føroyingum hesa ogn Føroya fólks, makreltilfeingið, og teir sleppa at rinda nógv minni enn helvtina av virðinum fyri tað, og helst minni enn ein triðing.

Føroya Løgting fer í 2014 sostatt at forera omanfyri 300 mió kr av makrelrættindum til nakrar fáar ovurríkar føroyingar.

Og Føroya Løgting fer í 2014 at at frávelja møguleikan at brúka 60 mió kr til at tryggja, at einki fíggjarligt fátækradømi skal vera í Føroyum.

Tað kostar tíggju ferðir so nógv at forera makrelin til nakrar fáar ríkar føroyingar, sum tað kostar at lyfta øll tey fátæku úr fátækradømi. Tað er ikki fátækradømi í Føroyum, tí tað ikki ber til at sleppa undan. Tað er fátækradømi í Føroyum, tí Løgtingið vil hava fátækradømi!

Ingen kommentarer: