Rói Egholm talar til floksting Tjóðveldis 2014. |
Rói Egholm helt eina sera áhugaverda og frálíka góða røðu á flokstingi Tjóðveldis, har hann vísti á, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri vinnuna og fyri fólkaræðið, at trý alifeløg og fýra reiðarí hava fingið forerandi (ella kraddað seg til) fólksins ogn. Her eru brot:
Kristina sigur, at tað er heilt fantastiskt at hava eina fyritøku sum hevur yvir 700 mió kr í yvirskoti. Men hvussu merkja vit tað? Hvussu merkir føroyingurin, at okkara høvuðsvinna hevur tað gott? Vit merkja tað slett ikki. Vit merkja tað slett yvirhøvur ikki! Og tá ið man hevur verið í hesi vinnuni síðani 1986 og kennir til, hví ið Regin situr á sínum loyvum -- hví situr Regin á sínum loyvum? Ella hví sita teir, sum hava hini loyvini, hví sita teir á teimum? Tað er ikki tí teir hava verið úti í eini fríari kapping og vunnið sær rættindi. Tað er ikki tí! Tað er tí, onkur er systkinabarn onkran og onkur kennir onkran, tað er tí teir sita á loyvunum. Eg sigi tað, at teir sum arbeiða í hesi vinnuni, hesi sjey feløgini, tey gera alt púra rætt. Man kann ikki lasta hesi feløgini fyri at gera nakað skeivt, tey gera púra rætt. Øll sum høvdu sitið í teirra stóli høvdu gjørt tað soleiðis. Men skipanin er skeiv.
(...) Um eg vil baka breyð, so baki eg breyð. Eg fari ikki at spyrja nakran annan. Vit hava lógarverk um tað. Hví ikki fiskivinnuna? Hví skal eg spyrja ein annan føroying, um eg kann sleppa inn í alivinnuna, ella inn í pelagisku vinnuna? Hvønn skal eg spyrja? Hvør er tað, sum avger hesi tingini? Nú er tað blivið soleiðis, at hesi sjey feløgini hava so nógvar pengar, at teir bestemma alt í Føroyum. Alt! Politiska skipanin hevur slett ongar pengar at arbeiða við. (...) Í Føroyum er tað soleiðis, at nøkur fá fólk bestemma alt, og Løgtingið bestemmar als einki, tá vit tosa um hasi tingini. Tað hevði givið størri fólkaræði í Føroyum, um vit valdu hvør skal vera reiðari og alari, heldur enn løgtingsfólk.Øll røðan er avgjørt verd at lurta eftir, hon byrjar á 2:04:40 (tíverri gleppur ljóðið viðhvørt).
At Føroyar hava ein vinnupolitikk, sum ikki megnar at skapa búskaparvøkstur, sum øll merkja, er ringt nokk í sjálvum sær. Men tað sum er uppaftur verri er, at vinnupolitikkurin er við at blíva ein hóttan fyri fólkaræðið, har alt valdið kemur at liggja hjá nøkrum fáum familjum. Ávarað verður um at útlendsk arbeiðsmegi arbeiðir undir trælalíknandi viðurskiftum, men í framtíðini verða eisini føroyingar trælir í Føroyum við verandi gongd.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar