Sider

lørdag den 22. marts 2014

Tveir fyribils oljupostar

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevði eina áhugaverda oljuráðstevnu á Christiansborg. Fleiri áhugaverdar framløgur vóru, men nógv var framhald av tí juhu-stemningi, sum hevur verið ráðandi, og tað sum var eitt sindur atfinnandi, fór ikki nógv í dýpdina. Men har var nógv at byggja víðari á.

Fullteknað var til oljuráðstevnuna á Christiansborg. Mynd: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Eitt sum ikki kom fram, tí stundir ikki vóru til viðmerkingar úr salinum, var stór hol eru í oljuskattalógini, so Føroyar skulu ikki vænta at fáa eina krónu í serskatti burturúr. Men hetta er vitan, sum eisini er í politisku skipanini, og Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um at endurskoða oljuskattalógina.

Tað gav konkret høvi til stuttar viðmerkingar á facebook, sum sjálvsagt skulu útgreinast nærri seinni.

Góðu tingfólk. Problemið við verandi oljuskattalóg er frádráttarmodellið. Tað er rullandi og eksponentielt vaksandi, so landskassin fær ongantíð eina krónu í serskatti. Sum Noreg og Danmark hava lært uppá tann dýra mátan.

22. mars 2014:
Føroyska oljuvinnan fungerar við akkurát somu konstruktiónum sum svansið í Anitu, sum sjónvarpið vísti. Tølini eru bara størri, og upphæddirnar sum Føroya fólk verður snýtt fyri nógv størri.
Eingin føroyskur grannskoðari ella løgfrøðingur hevur sagt frá. Teir hjálpa heldur sínum kundum. Almennu Føroyar eiga ella brúka ikki fólk, sum kunnu rudda upp í hesum.
Mest sannlíkt verða oljuinntøkur ein vanlukka fyri føroyska samfelagið. Besti prediktor uppá hvussu oljutilfeingið verður umsitið er at hyggja eftir, hvussu fiskatilfeingið verður umsitið. Skaðiligi fiskivinnupolitikkurin megnar ikki totalt at oyðileggja samfelagið, tí vinnan er ikki nóg stór til tað, men ger stóran skaða, darvar vøkstri í búskapi og fólkatali og undirgravar fólkaræðið og mannarættindi.

Og samstundis, er ov lítil áhugi fyri oljuleiting í føroyskum øki. So nei, Johan, Føroyar hava ikki góðar lógarkarmar um oljuvinnu, sum tú vil vera við.

Johnny í Grótinum hevur víst á í Sosialinum, at oljuvinna kann gerast signing ella bannseting. Og tað er, sum Sjúrður Skaale hevur víst á, upp til politisku skipanina at syrgja fyri, at tað ikki verður bannseting, sum tað gerst hjá flestu londum.

Tað er ikki nokk at fáa oljuna upp. Fyrr enn samfelagið og ikki minst politiska skipanin er før fyri at taka ímóti, er betri at lata oljuna liggja. Og sum støðan er nú, har stórir politiskir flokkar best kunnu samanberast við dótturfeløg hjá vinnuligum seráhugamálum, er vanlukkan nógv meira sannlík enn vælsignilsi.

Ingen kommentarer: