Men hetta endamálið er púra galið! Og at tosa um javnseting vísir, at tær báðar hava ikki hugsað seg nóg væl um, tí tær eiga at vita, at tað gagnar samfelagnum, at fólk eru limir í fakfelagi. Hevði uppskotið rætt endamál, royndi man ikki at javnseta við frádráttum til báðar partar, men heldur at brúka høvið til eisini at avtaka nakrar skattafrádráttir, sum vinnulívið hevur fyri at vera við í bransjufelagsskapum og til tiltøk sum vinnulívsdagar v.m., tí tílíkt virksemi eigur landið ikki stuðla.
Tað var Adam Smith sum skrivaði í Wealth of Nations:
Persónar í somu bransju hittast sjáldan, heldur ikki bara til gamans, uttan at samrøðan endar sum ein samansvørjing ímóti almenninginum, t.d. um hvussu man kann hækka prísirnar. Tað er ikki møguligt hjá samfelagnum at forða slíkum ráðstevnum og fundum við lóg, sum kunnu handhevast, og uttan at gera seg inn á grundleggjandi rættindi um frælsi. Men sjálvt um lógin ikki kann forða fólki í somu bransju av og á at hittast, eigur samfelagið ikki á nakran hátt at eggja til slíkt virksemi og heldur ikki at skapa tørv á tí.Eg havi einki at leggja aftrat orðunum hjá Adam Smith!
(mín týðing; volume I, kapittul 10)
Tað er ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við tilsvarandi gjøld hjá vinnulívinum. Tí tað er ikki nokk!
Ingen kommentarer:
Send en kommentar