Sider

lørdag den 18. januar 2014

Miðlarnir hava longu dømt Jørgen

Óli á Deild Olsen spyr á facebook:
Eigur mann ikki at gjalda toll hvønn mánað, um mann hevur tollkreditt? Hvussu kann mann so enda við at skylda tvær milliónir í tolli, tá fyritøkan bert selur fyri 5 milliónir um árið?
Men eg spyrji, hví eingin spurdi Jørgen hatta, tá tey høvdu møguleikan á tíðindafundinum í gjár?

Frá tíðindafundinum í Miðlahúsinum.
Álvur Haraldsen hevur tikið myndina. Myndakelda: in.fo

Øgiliga fáir spurningar vórðu settir á 1½ tíma longum tíðindafundi sum leitaðu eftir fakta. Tað var heilt uppá premissurnar hjá Jørgen og snúi seg um jura. Tað var ikki meira enn latið upp fyri spurningum, so var mín reaktión á facebook:
Journalistarnir spyrja bara um jura, tað er forering til Jørgen. Bora í fakta og ikki minst manglandi fakta, um tit vilja hava nakað burturúr!

Høvuðsargumentið í verjuni hjá Jørgen Niclasen er, at hann visti ikki av, at tollkreditturin var uppsagdur.

Tað fyrsta eg hugsi at spyrja er, um Jørgen visti av, at fleiri eftirlitsvitjanir vóru? Var hann ikki onkuntíð har, tá slík vitjan var? Hvat søgdu tey frá Tollstovuni við Jørgen, tá tey konstateraðu, at vøra manglaði? Mannagongdir mugu kortleggjast, so tað kann gerast sannlíkt ella ósannlíkt, sum ljóðar ótrúligt, at Jørgen var óvitandi um, at hann breyt lógina.

Skal man koma víðari í málinum, skulu nýggj fakta á borðið. Og úttalilsi frá Jørgen, sum kunnu eftirkannast faktuelt. Pressan hevur longu dømt Jørgen, og kanska var tað tí, tey gloymdu at seta spurningar, tá tey høvdu kjansin í gjár. Um ikki meira fakta kemur fram, so er málið liðugt.

Ingen kommentarer: