Sider

tirsdag den 28. januar 2014

Jú, tað ber væl til við uppboðssølu

Kjartan Hoydal ger seg also býttari enn hann er, tá hann sigur við in.fo, at tað
Ber ikki til við uppboðssølu

Kjartan førir ymist fram, sum skal grundgeva fyri at ikki ber til við uppboðssølu. Eitt nú býtið millum skipabólkar. Men alt sum Kjartan eftirlýsir, ber væl til at hava -- eisini í eini uppboðssøluskipan. Uppboðssølan skal bara í minsta lagi koma í staðin fyri politisku telvingina um, hvørjir reiðarir sleppa at fiska hvussu nógv. Also í staðin fyri ta telving, sum skapar størst vanda fyri korruptión, og sum ger, at virðisøking fær ov lítið fokus hjá teimum, sum virka í fiskivinnuni.

Kjartan Hoydal. Mynd: in.fo

Kjartan Hoydal hevur púra rætt í, og sum hann endurgevur íslendska Ragnar Arnason fyri at siga, at
tað ber ikki til, at loyva marknaðarkreftunum einsamøllum at skipa fiskivinnuna,
og tað haldi eg ikki, nakar fortalari fyri uppboðssølu av føroyskum fiskirættindum ætlar. So har er okkurt, Kjartan av onkrari løgnari orsøk hevur misskilt.

Fiskivinnan skal framhaldandi eisini regulerast, eins og øll onnur vinna, hóast skipanin skal vera á marknaðargrundarlagi.

Skal eg siga tað generelt, so vilja okur, sum tala fyri kapping, hava yvirskipaða politiskt/fyrisitingarliga fyriskipan, men marknaðarbúskap og kapping millum reiðarar. Í staðin fyri núverandi, sum er bæði yvirskipað politiskt/fyrisitingarlig fyriskipan og politisk/fyrisitingarlig detailstýring.

Hvar rætta javnvágin er, og hvussu nógv av hvørjum skal vera -- politiskt/fyrisitingarligt og marknaðarligt -- eru okur fortalarar fyri uppboðssølu sikkurt ikki heilt samdir um, men tað týdningarmesta er, at kapping kemur inn í síðsta lið, og tað eru allir samdir um. Politikarar og embætisfólk teirra skulu ikki deila rættindi út til einstakar fyritøkur, men lata fyritøkurnar kappast um rættindini undir reglum, sum politikarar og fyrisiting hava ásett. Hvørji rættindi eru og hvørjar treytir skulu setast teimum, sum sleppa at vera við í kappingini um fiskirættindini, er ein politiskur/fyrisitingarligur spurningur. Men hvør fær rættindini skal kappingin á uppboðssølu avgera.

Satt at siga virkar tað, sum Kjartan Hoydal manglar argument ímóti uppboðssølu, og tí brúkar strámansargumentatión. Hetta er vánaligur kjaksiður og óheppið fyri kjakið. Men greinin á in.fo vísir til Sosialin, og eg vendi aftur, vónandi í annaðkvøld, tá eg havi lisið alla samrøðuna.

Ingen kommentarer: