Tá bankin útnyttar ta serstøðu, at fólk við lóg skulu hava eina konto, so er talan um kradding av fúlasta slag. Eg skrivaði hetta á facebook fyrr í kvøld:
Eg vóni nógv gera tað sama. Hvør veit, kanska kemur okkurt gott burturúr. Um nú tað byrjar at merkjast á virksemi og inntøkum hjá bankanum, fær tað kanska avleiðingar fyri Janus Petersen.
Bankin setir í verk nýggj gjøld fyri at sleppa av við kundar, teir ikki fortjena nokk uppá. Kundar sum eiga ella skylda meira, sleppa undan at rinda.
Men vónandi verða tað serliga teir góðu kundarnir, sum fara at rýma og boykotta bankan.
Eg eri sjálvur ikki ein góður kundi, tí mítt mesta bankaskifti er í danskum banka. Men eg kann vissa um, at tá eg flyti til Føroya og helst kann blíva ein rættiliga góður bankakundi, so verður tað ikki í Nordik. Har havi eg annars verið kundi uttan slit síðani eg fekk stovnaða konto har til mínar dópsgávu í mars 1973. Eg havi síðani havt inngjaldskonto við og uttan uppsøgn, lønarkonto og lestrarlán, umframt afturgjalding av láni og rentum. Og heimabanka og síðani netbanka.
Men nú er slutt, so skjótt eg fái høvi.
Eg vóni nógv gera tað sama. Hvør veit, kanska kemur okkurt gott burturúr. Um nú tað byrjar at merkjast á virksemi og inntøkum hjá bankanum, fær tað kanska avleiðingar fyri Janus Petersen.
Myndakelda: Føroyaportal |
Ingen kommentarer:
Send en kommentar