Sider

torsdag den 23. maj 2013

Um hvussu øll kunnu fara illa av at onkur fer ov væl

Fareed Zakaria skrivar í Washington Post um korruptión:
Amerikanska skattalógin er kjarnan av eini skipan av stovnsettari, lógligari korruptión. Skattaásetingarnar eru so umfatandi, tí fyritøkur, vinnugreinar og lobby-bólkar fáa serligar fyrimunir afturfyri stuðul til politikarar og valstríð, ein pengar-fyri-tænastur skipan, ið Washington hevði vrakað sum korruptan vina- og kenningapolitikkur um tað var í einum landi í triðja heiminum. (mín týðing)
(upprunaliga citatið: The U.S. tax code is at the heart of a system of institutionalized, legal corruption. The code is so vast because companies, industries and lobbying groups receive special preferences in return for campaign contributions, a cash-for-favors scheme that Washington would denounce as crony capitalism in any Third World country.)
Tað er nú komið har til, at lobbyistar hjá vinnulívinum mótarbeiða lægri vinnulívsskatti. Jú veruliga! Orsøkin er, at lægri vinnulívsskattur minkar virðið av serligu frádráttunum, ið útvaldar vinnur hava uppnátt gjøgnum lobbyismu. Tað kann hugsast, at lobbyistarnir í hesum føri eisini gera lobbyismu fyri seg sjálvan, tí eisini virðið av lobbyismu minkar, tá vinnulívsskatturin sum heild lækkar.

Tað er her vert at minna á, sum eisini er relevant fyri føroyska skattapolitikkin, har skatta- og MVG-undantøk eru umfatandi, at ein viðvirkandi orsøk til høgan skatt er, at ikki øll rinda fult. Mongu undantøkini gera, at generelli skatturin verður hægri fyri tey, ið eftir eru at rinda.

Og vit kenna hetta við "øvugta" lobbyvirkseminum aftur í Føroyum. Vit síggja tað í konkretum framdum politikki, at onkur skipan, sum fyrr var skattafrádráttur, er umlagt til beinleiðis stuðul (sum verður útgoldin), m.a. tí tey sum ikki rinda skatt skulu eisini hava lut í "ágóðanum". Og javnan síggja vit persónar, sum gera seg til talsmenn fyri útisiglarar, minna á, at útisiglarar fingu ikki skattalætta, tá føroyingar sum arbeiða í Føroyum fingu flatskattalætta.

Ingen kommentarer: