Sider

onsdag den 1. maj 2013

Problemið er ikki kappingaravlaging, men Kringvarpið er farið av lagi

Gunvør Balle (Tjóðv.) skjýtir við síðuna av. Og tað er heldur ikki í lagi at bera í bøtuflaka, sum hon ger, tá hon skrivar:
Kringarpið er hart spert fíggjarliga og roynir tí allar kreativar loysnir til at skaffa inntøkur til stovnin. Tað er væl skilligt, men tað kann als ikki góðtakast, at almenni kringvarps- stovnurin fer beint inn og kappast um somu inntøkur, sum privatu miðlarnir skulu liva av.

NEI, NEI og NEI!!!

Hetta er ikki í lagi og heldur ikki "væl skilligt". At Kringvarpið sjálvt hevur valt hesa leiðina ger, at neyðugt er við stórvaski í leiðsluni í Kringvarpinum, tí eingin sum heldur hetta vera í lagi fyri public service miðilin ánar hvat uppgávan gongur út uppá.

Hetta snýr seg ikki um kappingartreytir og -lóg. Tað er fyrst og fremst ein trupulleiki fyri hinar miðlarnar, at Kringvarpið kappast við privatar miðlar. Hetta er ein spurningur, um man kann hava álit á miðlinum Kringvarp Føroya, og tað er ein samfelagsligur trupulleiki, at man ikki kann. Trupulleikin her er, at Kringvarpið svansar privat sponsorat og journalistikkin saman, og omaná tað heila krógvar hvussu hetta er svansað saman.

Kringvarpið er nú ein stór skomm fyri alt tað almenna í Føroyum. (Sum skal virka við fakligum integriteti, hvørt á sínum øki.) Ein almennur public service miðlastovnur fær ikki álit millum fólk aftur, so leingi nakað av verandi Kringvarpi heldur fram.

Jú, "KvF fór til helvitis undir Anniku", fyri at brúka eitt citat, hon ánaði ikki nakað um journalistiskan integritet og var tí totalt malplacerað. Men Dia Midjord hevur næstan sett moralska forfallið á stovninum í system.

Tað fyrsta sum skal henda er, at stjórin fær fótin í reyvina, og syrgiligu restirnar av stýrinum skulu frá. Kanska skal stovnurin verða niðurlagdur, men í øllum førum má byrjast heilt av nýggjum -- har fá um nøkur av verandi fólkum sleppa halda fram. Tað skal ikki byrjast av nýggjum -- sum Dia Midjord helt -- fyri at fáa játtanina at røkka, men tí allur integritetur er seldur á útsølu, og einans konkretar avleiðingar kunnu vinna tað mista aftur.

Ingen kommentarer: