Sider

tirsdag den 7. maj 2013

Markleysur fantasiur at verja tað skeiva

Stórt sæð allir búskaparfrøðingar hava eftirhondini ásannað, at sparipolitikkur er ikki loysnin uppá búskaparkreppuna, sum jú hongur neyvt saman við at nýtslan og íløguhugurin eru nógv lægri enn miðal. Nýtslan er lægri, partvís av neyð, men eisini av ótta. Íløgur eru lægri, tí tær bíða eftir nýtsluni. Tá støðan í búskapinum er soleiðis, gera almennar sparingar ilt verri.

Tann gransking, sum hevur stuðlað sparipolitikkinum, hevur víst seg at vera sjusk -- og á markinum til fusk. Serliga hava tvey tveymanslið av búskaparfrøðingum fingið umrøðu:
  • Alesina og Ardagna, ið vildu vera við, at skattabroytingar hava størri multiplikatorar enn almennar útreiðslur. Tað vildi merkt, at almennar sparingar samstundis sum skattalættar verða framdir, vilja virka stimbrandi uppá búskapin, og tað gongur beint ímóti tí, búskaparfrøðin nevnir The Balanced Budget Multiplier. Hetta er seinni afturvíst av IMF, í tí frágreiðing sum eg umrøddi her.
  • Reinhart og Rogoff, ið vildu vera við, at tá skuldin hjá tí almenna fer upp um 90 pct av BTÚ, heldur búskaparvøksturin uppat. Hetta kann man nevna formaliserað skuldarfelluhysterí, men statistiska analysan var als ikki so greið, men kortini yvirseldu tey síni úrslit uppá tað grovasta og fingu góða undirtøku frá øllum teimum, sum fegin vildu trúgva tí, tí tað kundi brúkast politiskt. (Sí samanklipp her.) Nógvir økonomar vóru alla tíðina skeptiskir, men ikki fyrr enn nýliga, tá ein lesandi skuldi endurgera útrokningarnar, men ikki fekk tað at stemma, og tí bað um at fáa datasettið frá RR, kom fram, at RR høvdu bæði manipulerað við data og "gloymt" at taka alt við.

Við avdúkingunum um sjuskið/fuskið hjá Reinhart og Rogoff fekk sparipolitikkurin banasár, men ikki øll vilja viðganga tað.

At byrja við var talan fyrst og fremst um óheftar økonomar, sum hildu fast við sína búskaparteori og tí ávaraðu ímóti skaðiliga sparipolitikkinum. Men ráðgevingarstovnar (IMF, OECD, miðbankar, fíggjarmálaráð) høvdu størri ávirkan. Á slíkum stovnum er sjálvsagt eisini nógvur politikkur uppií, og forklárar tað helst fyri ein part, hví hesir stovnar fóru so skeivir. Mynstrið var tað sama í Føroyum, sum eg havi verið inni á fyrr. Men tíðin og øll tey data sum koma við tíðini hava greitt víst, at búskaparfrøðin uttan politikk vann.

Grundleggjandi hugsanin aftanfyri sparipolitikkin hevur verið, at tað skuldi skapa álit. Álit hevur sum vit vita stóran týdning fyri búskapin. Men misskiljingin hevur verið, hvat tað er sum skapar álit.

So sjálvt IMF hevur hálsað um, sum eg havi skrivað um fyrr.

Eisini allir búskaparfrøðingarnir, sum stuðlaðu sparipolitikkinum hjá konservativu stjórnini í Bretlandi, hava hálsað um (siga nú tað øvugta, ella vilja einki siga), sum eg umrøddi her á blogginum.

Bretland gevur góð búskapardata um, hvussu skaðiligur sparipolitikkurin hevur verið. Konservativa stjórnin kom til, meðan framgongd var í búskapinum aftur, men teirra sparipolitikkur hevur steðgað øllum vøkstri. Grafurin her vísir munin á gongdini í USA (har sparipolitikkurin hevur verið nógv veikari) og Bretlandi:

Samanbering av búskapargongdini í USA og Bretlandi síðani 2007.
Høgrastjórnin kom til valdið í mai 2010, og so flatar kurvan út. Link til myndakeldu

IMF hevur beinleiðis mælt bretsku stjórnini til at broyta politikk og fokusera uppá vøkstur heldur enn á sparingar. Nú allir ráðgevar -- og veruleikin -- undirgrava politikkin hjá stjórnini, hvat sigur fíggjarmálaráðharrin so?

Jú, George Osborne, fíggjarmálaráðharri, vil vera við, at tað vil skapa misálit at broyta politikk:
The Treasury intends to reject the IMF's call for an easing in the pace of deficit reduction and will insist that any change in the strategy is both unnecessary and counterproductive. (...)
Treasury officials intend to show that any change to the strategy followed for the last three years would damage the government's credibility in the financial markets and that the subsequent increase in long-term interest rates would outweigh any benefits from cutting taxes or increasing spending.

Ingen kommentarer: