Sider

mandag den 13. maj 2013

Sparipolitikkurin virkar ikki eftir ætlan

Alt fleiri vísa á at sparipolitikkurin virkar ikki. Eg skrivaði fyri fáum døgum síðani her á blogginum:
Eisini allir búskaparfrøðingarnir, sum stuðlaðu sparipolitikkinum hjá konservativu stjórnini í Bretlandi, hava hálsað um (siga nú tað øvugta, ella vilja einki siga).
Eg vísti á tað sama fyri trýkvart ári síðani.

Bretska stjórnin heldur kortini fram við niðurskerjingarpolitikkinum, men nú við nýggjum -- rættiliga margháttligum --grundgevingum.

Nú hoppa eisini embætisfólk frá. Tann síðsti sum ger tað, er Adair Turner, júst fráfarin stjóri í bretska fíggjareftirlitinum, ið í samrøðu við Huffington Post púra rætt vísur á:
Avbjóðingin er, haldi eg, at tá almenna skuldin veksur í kreppuni, koma áneyðir at fáa tamarhald á skuldini ... men um tú roynir at tálma vøkstrinum (í skuldini, red.) ov skjótt við at skerja almennar útreiðslur og økja skattir uppá stutt sikt, kemur búskapurin í eina ónda ringrás har royndirnar at minka skuldina í sjálvum sær gera, at tú fær ikki minka skuldina. (mín týðing)
Sum blaðið vísir á, kann Adair Turner nú siga sína egnu hugsan, eftir hann er farin frá í figgjareftirlitinum.

Hetta er eitt vigtugt poeng: Royndirnar at minka skuldina (sparingar) gera skuldina størri. Er tað rætt, so skal logikkurin ikki vera, skuldin er so stór, at neyðugt er at spara, men at skuldin er so stór, at tað er skeivt at spara. Sum búskaparstøðan er, er hetta mest sannlíkt rætt. Og tað hava óheftir búskaparfrøðingar roynt at vísa á í áravís.

Tað finst eisini formelt teoretiskt grundarlag fyri hesum (ein grein hjá DeLong og Summers), og tað skal eg venda aftur til.

Hetta er ikki nødvendigvís galdandi fyri Føroyar, hóast tað rættiliga sannlíkt er galdandi fyri USA, Bretland og ES (sæð undir einum). Men tað er kortini áhugavert, at í fráboðan frá Búskaparráðnum (føroyska) sum kom út fyri bara tveimum mánaðum síðani, skrivar ráðið:
Órógvandi er eisini, at við ársenda 2012 benda inntøku- og útreiðslutøl fyri landskassan greitt á, at ætlanirnar hjá landsstýrinum at minka hallið ikki bera á mál.
(....) verandi búskaparpolitikkur, har ið almennar útreiðslur á týðandi økjum verða skerdar samstundis sum almennu inntøkurnar minka, kann lættliga gera størri skaða enn gagn (mín herðing, red.). Tað verður ómetaliga torført at minka hallið hjá landskassanum á henda hátt frameftir, m.a. tí at stórar almennar sparingar skala samlaða eftirspurningin og búskapin.
Tað er vent í holuni hjá Búskaparráðnum síðani katastrofalu frágreiðingina í 2009.

Ingen kommentarer: