Sider

onsdag den 29. maj 2013

Søgan endurtekur seg, tá man ikki lærir av henni

Sum miðlarnir skrivað, so tykist danska búskaparráðið at vera vaknað!

Í 1930-unum, tá búskapurin var í djúpari og drúgvari kreppu, vóru eisini nógv -- mest politikarar, men teir finna altíð onkran økonom sum kann brúkast -- sum tosaðu um, at kreppan er neyðug og gagnlig (ja tavaden, tað siga tey eisini í dag), og ongar "kunstigar" loysnir skulu til. Nei, tað skal ganga sína natúrligu gongd, siga tey.

Irving Fisher, professari á Yale, skrivaði tí í 1933 í "The Debt-Deflation Theory of Great Depressions":
Unless some counteracting cause comes along to prevent the fall in the price level, a depression tends to continue, going deeper in a vicious spiral for many years. There is no tendency of the boat to stop tipping until it has capsized. Only after almost universal bankruptcy will the indebtedness cease to grow. This is the so-called "natural" way out of a depression, via needless and cruel bankruptcy, unemployment, and starvation.”
(...) If our rulers should still insist on "leaving recovery to nature" and should still refuse to inflate in any way, should vainly try to balance the budget and dis-charge more government employees, to raise taxes, to float, or try to float, more loans, they will soon have ceased to be our rulers. For we would have insolvency of our national government itself, and probably some form of political revolution.
Also: ein kreppa so djúp kann við deflatión (lækkandi prísir) blíva ein viðvarandi niðurgongd, sum varir í áravís. Avleiðingarnar av hesum eru natúrligar: óneyðugir húsagangir, hóparbeiðsloysi, og neyð. Um ikki stjórnir vilja venda gongdini og skapa inflatión, av ótta fyri almennum halli, so verður endin at landið fer á húsagang, og helst kemur uppreistur eisini.

Og hetta er vandakósin, politikararnir hava fylgt í Europa seinnu árini!

Fyri einum ári síðani segði Joseph Stiglitz (og eg citeraði hann beinanvegin her á blogginum) í einum fyrilestri á eini ST-ráðstevnu:
This much should be clear: Austerity has not worked and will not work. No large economy has ever recovered from an economic slowdown and economic downturn, let alone one of the magnitude that is facing Europe and America today through a program of austerity and Europe and America are both large economies.
Also: sparipolitikkur virkar ikki og fer ikki at virka í Europa í hesi kreppuni.

Danska Búskaparráðið er alt ov seint at fata tað (tað sóu vit eisini í Føroyum, tíverri), men nú hava teir innsæð, at politikkurin hjá stjórnini hevur skaðiliga tálmandi ávirkan á búskapin uppá stutt sikt, har tað er akuttur tørvur á tí øvugta. Eg finni tað ikki í fyrstu skimming av frágreiðingini, men tað man vera har, tá DR skrivar:
Den stramme reformpolitik, som der er blevet ført siden 2011, påvirker væksten negativ og vil gøre det igen i 2014.
Og tað er akkra tað sum er: strukturpolitisku broytingarnar, sum skulu skapa vøkstur uppá longri sikt, hava tálmandi ávirkan uppá stutt sikt (tó skattareformurin sera skilagott er undirfinansieraður fyrstu árini), og tí er tørvur á samstundis at stimbra búskapin fyri at mótvirka hesi ávirkan í innkoyringstíðini, serliga tá tað er í einum lágkonjunkturi sum í hesum føri.

Eg skrivaði eisini í mars um trupulleikar av, at man ikki skilir millum stutt- og langt sikt í danska og europeiska búskaparpolitikkinum -- og tá var tað á donskum. Talan er um ein europeiskan trupulleika. Eftir eitt kjak í Deadline á DR2, sum vildi gera tað til identitetskreppu, greiddi eg stutt frá búskaparliga upprunanum til politisku trupulleikarnar í Europa, og hvussu teir eisini skulu loysast búskaparliga.

Tað skal sigast danska búskaparráðnum til rós, at tey -- júst sum eg skrivaði um í greinini eg vísi til -- vísa á tørvin á europeiskari samskipan, har londini sum hava ráð, brúka meira, fyri at stimbra undir at fáa gongd á búskapirnar hjá londunum, sum eru verri fyri.

Ingen kommentarer: