Fólkatalið á Sandi. Kelda Hagstova Føroya (og her og her). |
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
søndag den 29. september 2013
Reka borgarstjórar fólk av bygdini?
Kjak hevur tikið seg upp, hvør borgarstjóri á Sandi er raskastur at minka fólkatalið. Og sum henda mynd vísir, er gongdin ikki góð við fólkatalinum á Sandi, óansæð hvør er borgarstjóri:
Beina strikan er linjurættur trendur 1985-2013. Gongdin er ikki linjurøtt, men strikan undirstrikar (tilætlað orðavæl) tað sum myndin annars vísir: hóast upp- og niðurgangstíðir, er gongdin mest niðureftir við fólkatalinum.
fredag den 20. september 2013
Trupulleikin er í Føroyum
Í kvøld visti Dagur og vika at siga (linkið er til alla sendingin), at
Men tað hevði verið rættari at sett tað fram øvugt: at tá man dregur lønarinntøkur vunnar uttanlands frá, er 93.5 pct eftir av BTÚ í Føroyum, og hetta er tað lægsta í Europa.
Soleiðis! Hatta sigur eitt sindur betur, hvussu ringt skilið er í føroyska búskapinum.
Føroyar eru tað landið í Europa, sum upp á seg fær størsta ískoyti til búskapin frá lønum vunnar uttanlandsTalan er um 850 mió kr árliga í síðstu uppgerð, ið svarar til 6.5 pct av BTÚ. Soleiðis sett fram í DV, ljóðar tað positivt við øllum hesum inntøkunum úr útlandinum.
Men tað hevði verið rættari at sett tað fram øvugt: at tá man dregur lønarinntøkur vunnar uttanlands frá, er 93.5 pct eftir av BTÚ í Føroyum, og hetta er tað lægsta í Europa.
Soleiðis! Hatta sigur eitt sindur betur, hvussu ringt skilið er í føroyska búskapinum.
torsdag den 12. september 2013
At gera veljarakanningar - hvat er endamálið?
Eg skrivaði hetta á facebook, eftir at ein komandi veljarakanning varð fráboðað:
Liljan heldur í útvarpinum í kvøld, at ein veljarakanning er serliga spennandi beint nú, tí nógv rumbul hevur verið í politikkinum.
Eg haldi hinvegin, at rokalig tíðarskeið eru tey ringastu til at gera veljarakanning. Heilt burturspilt, faktisk, tí úrslitið er ikki mynd uppá nakað sum helst annað enn -- rumbul.
Harvið ikki sagt, at tað ikki er spennandi. Tað er tað altíð.

Abonner på:
Opslag (Atom)