Sider

mandag den 17. februar 2014

Aftaná 35 ár við framgongd og 35 ár við stagnatión

Arbeiðsministarin fyrra valskeiðið hjá Bill Clinton, búskaparfrøðingurin Robert Reich hugleiðir á facebook um búskaparsøguna tey 70 árini síðani annar heimsbardagi endaði:
Nú pápi mín fylti 100 hugsaði eg um Størsta Ættarliðið, sum hann var partur av. Tey vunnu Heimskríggið. Tey bygdu síðani eitt samfelag til síni børn og ommu- og abbabørn við søgunnar størstu útbygging av skúlaskipanini og víðari útbúgvingarmøguleikum, við einum motorveganeti tvørtur um statirnar, við mannarættindalógum, við almennari heilsutrygging til tey gomlu og til tey fátæku, og við umhvørvisverndarlógum. Tey vóru við at endurbyggja Europa og Japan, og fingu Amerika á mánan. Meira enn triði hvør var limur í fakfelagi, og tað gav miðalklassanum samráðingarstyrki til at tryggja teimum ein stóran part av búskaparligu framgongdini Og við framgongdini kundu tey rinda skattir, sum fíggjaðu tað mesta av tí, sum tørvur var á, meðan ríkastu amerikanarar rindaðu 70 pct í skatti av teirra síðst tjentu dollarum (tá Eisenhower var forseti var hægsti marginalskattur enntá 91 pct). Fløðandi sjógvurin lyfti allar bátarnar.
Robert Reich. Myndina havi eg av hansara bloggi.

So kom stóra vendin. Tá tey í ættarliðnum hjá Ed Reich fóru av arbeiðsmarknaðinum og Ronald Reagan gjørdist forseti, broytti Amerika kós: sum partur av BTÚ fóru almennar íløgur í útbúgving og infrastruktur at minka, man fór í hernað móti fakfeløgum, so færri enn 7 pct av arbeiðsmegini í privatum vinnum at enda vóru organiserað, ið gjørdi at miðallønin stagneraði, og almenningurin varð fyltur við lygnum sum "útboðs"-búskapur fyri at skatturin hjá teimum ríkastu kundi lækkast ógvusliga, og áhugin og ábyrgdin fyri øllum almennum og felags minkaði burtur. Fløðandi sjógvurin lyfti nú einans marglætisbátarnar hjá teimum múgvandi, meðan jollur og árabátar fóru at søkka.
Hví kom henda vend? Gloymdu vit Stóru Kreppuna í 1930-unum og Heimskríggið, tá vit øll vóru í sama báti?
(mín týðing)

Sambært framsetingini hjá Reich vóru leysliga roknað 35 ár við burðardyggum vøkstri fyri øll og síðani 35 ár við vøkstri fyri bara nøkur fá. Vert er eisini at leggja merki til, at henda stagnatión fyri fjøldina hendi samstundis sum ein skuldarbobla byrjaði at vaksa, til hon brast og hevur havt við sær kreppu síðani.

Og tó ikki heilt stagnatión í 35 ár. Tí miðalklassin hevði lut í framgongdini í teimum londum, har sum høgrarákið ikki rakti líka hart og sum fakfeløgini varðveittu styrki. Men síðani boblan hjá teimum múgvandi og fíggjarvinnuni brast og skapti eina kreppu, hevur miðalklassin tó eisini bløtt og nú hevur verið stagnatión í Europa í meira enn fimm ár, og í summum londum hevur avleiðingin verið ovurstórt arbeiðsloysi og umfatandi marginalisering. (Les eisini: Kjak um europeiska identitetskreppu í Deadline á DR2.)

Ein upplagdur spurningur at seta er, um man megnar at finna aftur til eina búskaparskipan, sum gangar breiðu fjøldini, og um tað verður ein skipan sum líkist tí sum var áðrenn neoliberalu kollveltingina, sum gav Reagan og Thatcher politiskt vald, ella tað eisini kann gerast uppá aðrar mátar, ella kanska bara kann gerast uppá aðrar mátar. Hvussu sær ein slík skipan út í dag, har heimurin er nógv meira globaliseraður enn í 1950-, 1960- og 1970-unum, og eftir ovurstóra tøkniliga menning seinastu áratíggjuni?

- - - - -

Hóast hann ikki er millum mest brúktu keldur her á blogginum, hevur her á síðuni (úti til høgru) verið link til bloggin hjá Robert Reich síðani 2011, og hann er í hvussu er eina ferð fyrr endurgivin her.

Upprunateksturin frá facebook-dagføringini hjá Reich er:
My father's 100th has got me thinking about his so-called "Greatest Generation." Not only did they win World War II. They built a post-war America for their children and grandchildren: the largest expansion of K-hand public higher education in history, the Interstate highway system, Civil Rights Act, Medicare, Medicaid, and Environmental Protection Act. They rebuilt war-ravaged Europe and Japan, and got America to the moon. More than a third of them belonged to labor unions, giving the middle class bargaining power to get a big share of economic gains. And with those gains they could pay taxes that financed much of what was needed, while the richest Americans paid at least 70 percent of their top dollars in taxes (under Dwight Eisenhower the top tax rate was 91 percent). The rising tide lifted all boats.
Then came the great U-turn. As Ed Reich's generation began to retire, and Ronald Reagan became president, America reversed course: cutting back public investments in education and infrastructure as a percent of GDP, fighting labor unions until fewer than 7 percent of private-sector workers belonged to one, causing median wages to flatten, filling the public's mind with lies such as "supply-side" economics that led to dramatic cuts in taxes paid by the wealthy, and reducing our commitment to all things public. The rising tide lifted only the yachts, while the dinghies and rowboats began to sink.
Why the U-turn? Did we forget the Great Depression and World War II, when we were in the same boat together?

Ingen kommentarer: