Sider

torsdag den 27. februar 2014

Gerhard Lognberg (2008 - 2014)


Nei, Gerhard Lognberg er ikki deyður... Árstølini vísa bara, hvørja seinking Gerhard hevur megnað viðvíkjandi ætlanini at fremja undirsjóvartunnil millum Sandoy og Streymoy.

Í dag skal Løgtingið viðgera uppskot Lmál 77/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.

Allir flokkar á Løgtingi hava gjørt semju um at gera tveir undirsjóvartunlar í sama almenna partafelagi. Tað er ein trupulleiki, at felagið skal læna so nógv og við so lítlum partapeningi, tí landið vil drála við at seta pengarnar í felagið, sum semja er um at landið skal seta í, og hetta eigur verða broytt við at framskunda pengar frá landinum og við almenum veðhaldi. (Og herfyri var eg ov skjótur og ov positivur áðrenn allar detaljurnar vóru almennar, tí eg gloymdi meginregluna um ikki at hava álit á tilfari frá FMR). Men burtursæð frá tí, so er talan um sama model sum Bjørt Samuelsen arbeiddi eftir í CEH-samgonguni í 2008. Við tillagingum innanfyri verandi uppskot ber helst til at koma til eina loysn sum gevur nógv lægri bummgjøld, og tað skal sjálvsagt gerast heldur enn at halda fast í nøkur býtt og óneyðug principp.

Í 2008 vildi Gerhard Lognberg ikki hoyra talan um, at Sandoyartunnilin ikki skuldi byrja fyrr enn í 2012 ella 2013:

Hann fór úr samgonguni og steðgaði ætlanini. Hetta eru seks ár síðani. Nú eru útlit til, at sama ætlan -- at gera Skálafjarðartunnilin fyrst og síðani Sandoyartunnilin -- verður samtykt í 2014. Tað kostaði seks ára seinking.

Sum Erling, systkinabarnið, so væl segði: Hann skal ikki hava nakra standmynd, men Gerhard kann fáa eina vegbungu uppkallaða eftir sær.

Leingi livi Gerhard Lognberg. Ein bugla á vegnum!

Ingen kommentarer: