Sider

tirsdag den 11. februar 2014

BankNordiksa nýggi serligi kundabólkur

Nýliga strammaði BankNordik gebyrskrúvuna enn einaferð. Nú skulu kundar rinda fyri at hava konto í bankanum. Ein røð av undantøkum skuldu vera, hvørjir kundar kundu sleppa undan gjaldinum, m.a. at vera í onkrari fyrimunarskipan, hava nógvar pengar á bók ella skylda nógv, ella um man var eldri enn eitt vist ella yngri enn eitt annað.

Myndakelda: in.fo

Men í Føroyum er óbeinleiðis lógarkrav, at fólk skulu hava konto í peningastovni, bæði fyri at fáa løn útgoldna og til pensjónsuppsparing, og tí vísti eg á, at talan er um kradding. Eg havi eisini boðað frá, at eg ætli mær ikki longur at vera kundi í bankanum, har eg havi verið síðani dópsgávurnar fóru á konto.

Eg skrivaði so eisini eina grein við samanbering við danska Arbejdernes Landsbank, sum hevur gjørt eitt greitt val, at eisini kundar uttan nógvar pengar skulu hava møguleika at hava ókeypis lønarkonto. Og tað skuldi eg ikki havt gjørt!! Tíverri kom eg í somu grein inn á lønarviðurskiftini hjá Janus Petersen og skrivaði av órøttum, at hann hevur eina bonusskipan. Hetta varð rættað sama kvøld (sí greinina), men mistakið var gjørt, og tá er ov seint at harmast.

Strammaða gebyrskrúvan gjørdi, at BankNordik kom í eitt minni ódnarveður. Dagur og vika fylgdi fólki, ið vóru í bankanum og tømdu sína konto. Politikarar vóru heldur ikki blíðir, og Javnaðarflokkurin boðaði frá uppskoti um at seta forboð móti at bankarnir kunnu misbrúka serstøðuna.

Í dag kundu miðlarnir siga frá, at BankNordik hevur broytt ætlan. Kringvarpið skrivar, at BankNordik dregur í land. Portalurin skrivar, at BankNordik bakkaði. Og á in.fo greiðir Janus Petersen frá, at tey hava lurtað eftir skilagóðum grundgevingum.

Men tey hava ikki slept ætlanini um kontogjald! Broytingin er, at tey gera enn fleiri undantøk. Frammanundan kundu hesi sleppa undan kontogjaldinum:
  • Allir kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945
  • Allir kundar undir 18 ár
  • Nordik360 kundar
  • NordikSolo kundar (18-28 ár)
  • NordikUng kundar (13-18 ár)
  • NordikBørn kundar
  • Kundar, ið hava minst 100.000 kr. í samlaðum fíggjarviðurskiftum við bankan (ein samanlegging av lánum, samansparingum o.ø.)
Og nú sleppa eisini tey undan, ið hava einans (lógarkravdu)
  • lønarkonto og/ella
  • pensjónskonto

Í linkaðu samrøðuni við in.fo greiðir Janus Petersen frá, hvørji sleppa undan at rinda kontogjald, og sum listin eisini vísir, eru tað næstan øll:
Tey sum eru í fyrimunarskipanum, ið hava valt okkum sum dagligt bankasamband, sum hava mest samskifti við okkum, tey sleppa frá gjøldum, og tey sum hava lønarkonto sleppa eisini frá, tey sum eru yngri, sleppa eisini frá, og tey sum eru eldru, sleppa eisini frá, o.s.fr.
men so er ein (sera) lítil bólkur, sum ikki skal sleppa undan:
kundar, sum brúka bankan soleiðis meira hissini, tað kann vera kundar sum hava sítt høvuðsbankasamband aðrastaðni...

Í staðin fyri at gera ein langan lista við undantøkum, sum sleppa undan kontogjaldi, kundu tey í BankNordik gjørt ein lista við hvør er eftir, ið framvegis skal rinda kontogjald:
  • kritiskir bloggarar uttanlands.

Eg skuldi ikki havt skrivað nakað um lønina hjá Janusi!

Ingen kommentarer: