Sider

onsdag den 18. december 2013

Misvísandi ræðukampanja frá Hagstovuni?

Hagstovan hevur gjørt eina nýggja fólkaframskriving. Ella brúkar eitt nýtt model, ið er reint stokastiskt, tvs. ikki byggir á ávísar metingar um framtíðina.

Les meira um modellið og framskrivingarnar á linkinum omanfyri. Ella lurta eftir samrøðu, Rás 2 hevði við Jón Joensen á Hagstovuni. Og útvarpið tosaði eisini við Jón.

Mynd hjá Hagstovuni av fólkaframskriving.

Talan er helst um eitt frálíkt model, men eg eri ikki akkurát imponeraður av mátanum tey leggja úrslitini fram og hvat tey brúka modellið til.

Tað er als ikki líka interessant, hvat fólkaframskriving vísir, sum gongur minni enn 40 ár fram.

Og tá tað verður gjørt í demografiskari broytingartíð sum nú, er tað sannlíkt eisini misvísandi og bara við til at forskrekkja fólk óneyðugt.

Hvat sker aftaná 50-60 ár hevur stóran týdning fyri at fáa rætta mynd av gongdini. Bara spell, at Hagstovan ikki hevur tað við!

At gera eina reint stokastiska framskriving, t.e. at fólk ikki skulu seta fortreytirnar fyri framrokningina, er fínasta slag, men at modellið so at siga roknar sjálvt merkir ikki, at man ikki skal brúka model og úrslit við skili.

Man má skilja dynamikkin í framskrivingini fyri at velja, hvat skal roknast og hvussu tað skal tulkast. Tíverri gloyma allar framskrivingar av fólkasamanseting at hyggja eftir, hvat hendir aftaná 50 ár. Og so fara fólk skjótt í panikk.

Ingen kommentarer: