Sider

lørdag den 28. december 2013

Kaj og Jacob ikki samdir um fiskivinnupolitikkin

Sum eg fyrr havi víst á, segði Kaj Leo, løgmaður, í valstríðnum við útvarpið um fiskivinnureform:
Eg haldi ikki ein nýggjur fiskivinnureformur skal skundast ígjøgnum (men) allir teir sum hava bundið seg til tað hava so eisini ábyrgdina til at hann verður gjøgnumførdur.
"Teir" eru flokkarnir sum gjørdu makrelsemju í 2011:

Undirskriftirnar á makrelsemjuna um fiskivinnureform. Kelda: Tobbi legði á facebook.

Men nú í in.fo sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, (enn eina ferð), at hann er
púra sannførdur um, at føroyska samfelagið fær best burtur úr fiskivinnuni, soleiðis, sum hon nú er skipað.
Tað kann bara merkja, at hann vil einki hava broytt.

So hvør bestemmar í samgonguni? Kemur nakar reformur (nýskipan), sum Kaj Leo hevur sagt skal til, ella skal verandi skipan halda fram, har landið letur fiskiríkidømið til teir, sum fiskimálaráðharrin (við ella uttan fylgibólk) vil løna? (Løna fyri eitt nú at hansara familja fær kjans við góðum skipum ella at arbeiðspláss verða løgd í hansara lokaløki. Ymist annað kann eisini hugsast, og tað hugsa reiðarar sjálvsagt eisini.)

Ingen kommentarer: