Har er einki skil á mátanum, kommunurnar skulu kompenserast fyri at yvirtaka eldraøkið frá landinum.
Man blandar tvey problem saman:
- Landið hevur við skattalógum og millumlanda avtalum ígjøgnum nógv ár útholað inntøkugrundarlagið hjá kommununum, íalt er talan um eini 130 mió kr, sum kommunurnar hava verið noyddar at hækka kommunuskattaprocentið
- Kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, sum kostar umleið 400 mió kr, men til ber ikki at hækka kommunuskattin meira
Loysnin man hevur valt er, í staðin fyri at kompensera fyri nr. 2 vil man kompensera fyri gomlu syndina í nr. 1 umframt at endurrinda kommununum fyri botnfrádráttin (eini 180 mió kr), og so leggja eitt sindur aftrat (80 mió kr) fyri at samlaða upphæddin skal passa til nr. 2. Tí tað gevur størri útjavning. Og so hevur man rokna eitt index (100 er miðal) sum vísir at munurin millum tað hægsta (Tórshavn) og tað lægsta (haldi tað var Skopun) minkar. Men ikki nokk, so kommunurnar í Sandoynni fáa serligar treytir.
Tað verður ikki betri av, at samgongan hevur skapt eitt triðja problem, sum fær vaksandi avleiðingar í framtíðini í býtinum millum land og kommunur.
- At framskunda skattin á pensjónir og koyra alla inntøkuna, sum er vaksandi, í landskassan, undirgravar inntøkurnar hjá kommununum í framtíðini, samstundis sum teirra útreiðslur av eldraøkinum fara at vaksa.
Tað er kanska fiskivinnupolitikkurin, sum er fyrmynd, tí uppskotið, man arbeiðir við, er eitt roknistykkið, hvør skal hava hvussu nógv, ikki princippir fyri, hvussu býtið ella útjavningin skal vera.
Hetta er hol í høvdið! At seta ein undarligan býtislykil upp, og so enntá rætta hann til so hann passar í 2013, har man ikki skilir hví roknistykkið passar, er uppskriftin uppá árliga afturvendandi problemir í framtíðini, tá samráðast skal um nýggjan býtislykil sum passar fyri tað árið. Ja, tað er jú akkra sum fiskivinnupolitikkurin.
Og fyri tað næsta vil eg spyrja, hví man ikki brúkar lykilin fyri kommunala útjavning, sum Búskaparráðið hjá Astrup og Róar mælti til í 2008? Tað tilmæli hevur saklig kriteriur (sum man kann viðgera) fyri útjavningina, og setir so fram ein matematiskan frymil, hvussu man roknar upphæddirnar út sum svara til princippini.
Svarið er, tíverri, at man í fyrisitingini heldur, at tað er ov innviklað hjá politikarum at skilja frymilin hjá Búskaparráðnum. So man ger heldur ein lykil, sum passar eitt ár í senn.
Í Fíggjarmálaráðnum eru fólk sum duga at lesa frágreiðingar hjá Búskaparráðnum og skilja einfaldar matematiskar frymlar, og kommunal útjavning er málsøki hjá FMR. Problemið er, at FMR hevur yvirtikið málsøkið frá nú niðurlagda Innlendismálaráðnum, sum fuckaði hetta málið upp við at blanda útjavning og eldraøkið saman.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar