Sider

fredag den 1. marts 2013

Keikantskravið og principploysi

Keikantskravið var einaferð eitt principp. Tað kann man hava sína meining um, men er ikki spurningurin, sum skal viðgerast her, men tilvildarligi vinnupolitikkurin, sum serliga er galdandi fyri fiskivinnuna.

Uppisjóvarveiða tjenar nógvar pengar, so har skal keikantskravið standa, og stuðlast við einum avreiðingargjaldi fyri tey, ið ikki brúka føroyskan keikant.

Men botnfiskaveiða tjenar for litið av pengum, so landsstýrismaðurin vil sleppa teimum undan keikantskravinum, sum annars hevur verið galdandi. Hesum mótmælir Samtak nú, tí tað kann kosta arbeiðspláss á landi.

Soleiðis fungerar tað, tá ein landsstýrismaður keypir stemmur frá teimum sum arbeiða uppisjóvarfisk á landi og frá teimum sum eru á sjónum í botnfiskaveiðu. Ella hvørji motivini eru, um tað ikki er stemmukeyp.

Tað ber ikki til at reka vinnu uppá henda mátan!! Politiska skipanin kann ikki kanna sær yvirskot í einum parti av vinnuni til at skalta og valta við soleiðis. Tað mugu vera eins -- og fastar og støðugar -- treytir, vinnan virkar eftir. Ikki "Vinnupolitikkur for and by dummies".

Vanliga er fleksibilitetur eitt positivt orð, men tað er ein sannroynd, at tað er tá landsstýrið broytir treytir -- eftir tilvild ella eftir ynski frá vinnuni -- at vit fáa eina vinnu, sum virkar minni eftir vinnuligum kriterium. Og harvið eina vinnu sum tjenar minni í longdini.

Í hesum føri ger tað støðuna uppaftur verri, at tað er eitt politiskt kriterium, um vinnan tjenar pengar ella ei, tá man avger um fleiri ella færri krøv skulu setast.

Og soleiðis blíva Føroyar minni ríkar enn møguligt er. Og føroyingar fátækari -- og færri.

Ingen kommentarer: