Sider

torsdag den 7. december 2006

Eg skilji ikki Sverra Midjord

(Lesarabræv í Dimmalætting og Sosialinum 6. desember 2006)

Eg havi vinfólk, sum hava fingið morðhóttan úr Føroyum, eftir at tey hava staðið fram sum samkynd uttanlands. Tað er fyri tey, eg skrivi hesa áheitan á Sverra, sum eg kenni frá tíðini eg búði á Tvøroyri

Eina tíð hevur verið mett, at løgtingsmaðurin Sverre Midjord kanska fór at hava avgerandi atkvøðuna um uppskotið at broyta grein 266b í revsilógini, so »kynslig orientering« kemur við. Og í kvøld kom fram, at Sverre er avgerandi, um ja ella nei verður í meiriluta, tá Rættarnevndin skrivar álit í málinum. Tað er væl hugsandi, at meirilutatilmælið hjá Rættarnevndini kann fáa avgerandi ávirkan á teir tingmenn, sum ivast.

Eg skilji væl, at málið er trupult. Men eg skilji ikki, at ivi er fyri nakran javnaðarmann, hvat skal atkvøðast, tá avtornar! Heimssøgan prógvar, at samkynd fólk eru ein av bólkunum, sum hava brúk fyri verju. Í Føroyum vita vit øll, at í mong ár hava samkynd í stórum tali rýmt av landinum. Sverre veit líka væl sum eg, at mong onnur noyðast at krógva sína kynsligu orientering. Hetta er tekin um, at rúm er ikki fyri teimum í føroyska samfelagnum.

Ynskið um eisini at verja onnur enn samkynd, m.a. brekað í grein 266b er sympatiskt, og kann takast upp við donsku stjórnina. Men um tað verður knýtt uppí hetta málið nú og sett sum krav fyri at verja tey samkyndu, sum øll okkara grannalond longu verja, so sær Fólkatingið helst ynskið sum eina obstruktión og provokatión, og tað gagnar ikki teimum brekaðu. Umrøtt verður í Danmark at taka »aldur« við í grein 266b, tí man stúrir fyri, at nú tað gerast alt fleiri eldri fólk og m.a. við tosi um »eldrabyrðu«, fer aldursdiskriminatión kanska at gerast ein vaksandi trupulleiki. Tá kunnu tey brekaðu helst fáast við í góðari tíð eftir føroyskum ynski -- um vit ikki velja at standa uttanfyri, tá talan er um tey samkyndu.

Sverre, sum hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp til næsta val, hevur ein gyltan møguleika at skriva seg inn í Føroya søgu áðrenn hann gevst í politikki. Tað kann hann gera við at gera sítt til, at Løgtingið samtykkir broytingina av grein 266b. Brúkar Sverre hinvegin ikki henda stóra møguleika, sum lyklastøðan er, so verður eftirmælið hjá javnaðarmanninum ikki gott, tað eri eg vísur í!

Vanløse 5. desember 2006. Flóvin Eidesgaard

Ingen kommentarer: