Sider

tirsdag den 14. november 2006

Visjón fyri »Gransking, menning og nýskapan« í 2015 -- 2 av 2

(Kronikkur á Vinnusíðunum í Sosialinum 14. november 2006.)

Les fyrra part fyrst.

Á visjónstorgi á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 30. oktober 2006 var framløga av visjón 2015. Her er eitt íkast til kjakið um granskingarvisjónina og -strategiina. Seinni partur av kronik í tveimum pørtum.

Í fyrra parti, sum var í Sosialinum seinasta týskvøld, viðgjørdi eg grundhugsjónina í verandi uppleggi til granskingarstrategi. Eg ávaraði ímóti at skipa alla almenna og privata gransking í ein bygnað, har stýringsamboðið verður almennur stuðul til privata vinnugransking, tí tað vil verða ein ov stirvin skipan til avbjóðingarnar í framtíðini, og fer at avlaga vinnuna heldur enn hava við sær eina marknaðarliga tillaging. Pástandurin um, at vinnan ikki hevur ráð at granska, varð afturvístur, og eftirlýst varð í staðin kanning av, hvørjar forðingar so eru fyri vinnugransking í Føroyum.

Úrtøka av gransking

Gransking økir okkara vitan. Granskingin gevur úrtøku við at vitanin verður gagnnýtt. Týdningurin av hesum seinna verður ofta undirmettur. Ein national granskingarstrategi eigur sjálvsagt at taka bæði hesi viðurskifti við.

Í upplegginum til granskingarstrategi stendur, at »javnvág eigur at vera millum tað, sum verður latið, í mun til hvat fæst burturúr«. Hetta ljóðar skilagott, og á visjónstorginum spurdi eg, hvussu henda úrtøka skal mátast. Svarið var so ógreitt, at hvørki eg ella nakar eg tosaði við aftaná skilti tað. Eg rokni við tað er mátið fyri úrtøku, sum er so ógreitt.

Tað er við til at gera úrtøkuna ógreiða, og tí trupult at tryggja nevndu javnvág, um fígging og úrtøka ikki hanga saman. Tí eigur at haldast fast við, at tann sum fíggjar granskingina eigur úrslitini, og so er tað ábyrgd hjá vinnuni at tryggja, at úrtøkan av vinnugransking er nóg stór, og ábyrgd hjá tí almenna at tryggja, at úrtøkan av almennari gransking er nóg stór.

Skilmarkanin millum grundgransking og beinleiðis gagnnýtta gransking er eitt sindur flótandi. Men úrtøka av gransking, sum skal gagnnýtast beinleiðis er lættari at máta, enn úrtøkan av grundgransking, tí úrtøkan av grundgransking er sera spjadd. Úrtøkan av vinnugransking er somuleiðis lættari at máta enn úrtøkan av almennari gransking, tí hon kann mátast beinleiðis á einum marknaði.

Sum víst á í fyrra parti, so er úrtøkan av vinnugransking við almennum stuðli helst negativt, sum støðan er nú. Hetta kann skyldast sonevndu nýskapanargjónna, sum lýsir truplu gongdina frá 1. grundgransking til 2. gagnnýtta gransking, 3. menning, 4. tøkni í framleiðslu, 5. íløgur og 6. framleiðslu og sølu. Ein góð avmyndan av hesi gjógv er gjørd av íslendska granskingarráðnum, og er lýst í álitinum hjá útbúgvingarpolitikknevndini hjá Landsstýrinum í 1999 (bind 1, s. 74), og í kronikk hjá Kjartani Hoydal í Dimmalætting 30. mars 2006. Um man við politiskum tiltøkum kann gera hesa gjógv lættari at loypa um, vil úrtøkan av vinnugransking økjast, og vinnugransking vil tá økjast uttan at neyðugt er við almennum stuðli.

Tað almenna fær úrtøku antin við at at brúka vitanina frá gransking beinleiðis í almenna sektorinum ella við at spjaða hana út í samfelagið, so øll kunnu brúka hana og taka skilabetri avgerðir. Tað er hetta seinna sum ger, at úrtøkan av almennari gransking er verri at máta: gagnnýtslan er spjadd um alt samfelagið, og er at samanbera við infrastruktur, ið øll njóta gott av í einum samfelagi. Men hetta er ikki so óveruligt, sum tað ljóðar teoretiskt.

Ikki einans vinnulívið skapar búskaparvøkstur, tað ger almenni sektorurin eisini. Ferð eftir ferð er staðfest í altjóða samanberingum, at lond við vælvirkandi almennum sektori og minimalt av korrupsjón standa seg væl. Almenni sektorurin gagnar búskaparligari framgongd beinleiðis við at veita infrastruktur og góðar tænastur, sum høvdu verið truplari hjá vinnulívi og fólki at fingið fatur á á einum marknaði. Men eisini við lógum, sum tryggja stabilitet í samfelagnum og grundleggjandi rættindi og trygd hjá borgarum og vinnuvirkjum, kann almenni sektorurin við at ávirka atferð hjá fólki og vinnu, virka til frama fyri størri vøkstri. Ein effektivur almennur sektorur brúkar harumframt minni av tilfeinginum í samfelagnum til at náa síni úrslit, og fyrsta avleiðingin av øktari vitan vil ofta vera effektivisering.

Úrtøka gjøgnum vitanarspjaðing

Ein effektiv vitanarspjaðing í samfelagnum vil eisini økja samlaðu úrtøkuna av gransking. Klassiski mátin er kombinatiónin av gransking og útbúgving á universitetum, men nógv kann gerast aftat.

Mesta vitanarspjaðing í einum samfelag hendir tá fólk skifta starv ella fara frá útbúgving í starv. Tí eigur arbeiðsmarknaðurin at verða gjørdur so dynamiskur sum gjørligt. Ein dynamiskur arbeiðsmarknaður vil viðvirka til at spjaða vitan millum vinnur og millum fyritøkur og millum almenna og privata sektorin – til frama fyri allar partar.

Hetta er tíverri als ikki nevnt í 2015-grundarsteininum um arbeiðsmarknað, hóast hetta er eitt øki, har nógv kann gerast frá politiskari síðu. Ofta stendur dynamikkur í andsøgn við tryggleika, og her koma vit inn á løntakararættindi, so ein tilgongd at gera arbeiðsmarknaðin meira dynamiskan kann helst einans fremjast við trýpartasamráðingum, og vil helst eisini enda við at tað almenna átekur sær nakrar eyka skyldur. (Hetta er kjakið um flexicurity, sum er aktuelt Europa, og har Poul Nyrup Rasmussen er talsmaður fyri at brúka danska modellið til alt ES.)

Tað eru serliga fólk við høgum útbúgvingum, sum skulu eggjast til at skifta starv ofta. Men hjá teimum eru krøvini til tryggleika helst ikki í so stórari andsøgn við dynamikk, sum hjá fólki við lægri ella ongari útbúgving.

Í Føroyum eru nógvar smáar fyritøkur og fyritøkur, sum als ikki hava fólk við høgum útbúgvingum í starvi, og er tí lítið og einki samskifti millum hesar mongu fyritøkur og nógva vitan, sum tær kundu havt gagn av. Tað er í smáu fyritøkunum størst tal av arbeiðsplássum verður skapt. Tí er tað ein serligur trupulleiki, at smáu fyritøkurnar snøgt sagt ikki kenna til kvalifikatiónirnar hjá fólki við hægri útbúgvingum. Her er ein serliga breið gjógv, man kann siga at marknaðurin virkar ikki, tí vitanin er ov lítil, og her kann helst vera gangligt við einum almennum stuðli í avmarkað tíðarskeið, tá slíkar fyritøkur seta t.d. akademikarar í starv. Slíkar skipanir hava verið royndar við sera góðum úrslitum í ymsum londum.

Hvussu nógv skal granskast?

Sambært granskingarstrategiini, sum arbeiðsbólkurin legði fram, so skal granskast fyri 3% av BTÚ í Føroyum, og tað almenna skal fíggja upp til 2% av hesum, og vinnan í minsta lagi 1%. Eg spurdi á visjónstorginum, hvaðani 3% koma frá. Her avdúkaði svarið, »tað er ein tummilfingurregul, og tilmæli frá OECD« at man hevði ikki hugsað seg so øgiliga væl um.

Hóast OECD grundar sítt tilmæli á onkrar kanningar, so er talið 3% ikki svarið uppá, hvussu mest fæst burturúr gransking. Og bara at fylgja tilmælinum kann gera, at man gloymir at kanna, um gransking gevur fulla úrtøku.

Nógv skilabetri hevði verið, um man frá almennari síðu tekur av forðingar fyri at vinnan fær úrtøku úr síni gransking, og so letur vinnuna finna út av, hvussu nógv hon skal granska.

Nógv týdningarmiklari enn, hvussu nógv tað almenna granskar, er at tryggja, at úrtøkan er mest møgulig av almennu granskingini. Játtanir til gransking skulu altíð kappast við onnur ynski til almennar pengar, og tess størri úrtøkan er av almennari gransking, sterkari vilja ynskini um játtanir til gransking standa í hesi kapping.

Ein avgerandi spurningur er, hvussu frí granskingin skal vera. Fríari granskingin er til val av økjum, tess størri kann produktiviteturin hugsast at vera, tí tá er tað hugurin ið drívir verkið. Men so verður uppskotið hjá visjónsbólkinum um eftirmetingar- og dygdarmetingarskipan enn týdningarmiklari.

Ímóti fríari gransking er ynskið um gagnnýtslu. Nyttan av almennari gransking kann økjast, um hon fylgir einum eftirspurningi, ið inniheldur vitan frá brúkarum av komandi granskingarúrslitum. Hetta kann skipast við at skapa ein kvasi-marknað, ið skapar kapping um ein part av almennu granskingarpengunum. Men fyri at fáa vitan um eftirspurning skal játtan av hesum granskingarpengum decentraliserast, og tað er neyvan politiskt væl dámt. Hetta verður eisini ein skipan ið er trupul at umsita, men er kortini nakað, ið eigur at verða umhugsað nærri, og møguliga eisini roynt við lítlum parti av granskingarjáttanunum í byrjanini.

Almennir stovnar, ið eru so stórir, at gransking kann geva teimum úrtøku, kunnu fáa eina játtan sum einans kann brúkast til gransking. Treytir eiga sjálvsagt at fylgja við sum tryggja, at pengarnir ikki verða brúktir at fylla onnur hol við, t.d. at pengarnir skulu brúkast uttanfyri stovnin.

Ein slík skipan vil viðvirka eina leypandi tillaging av almennum granskingarøkjum, so tey fylgja tí tørvi sum er í samfelagnum, m.a. ikki minst hjá almennu fyrisitingini.

Innihald í eini granskingarstrategi

Búskaparráðið spyr í síni temafrágreiðing fyri 2005, hví so lítið verður granska í privata vinnulívinum. Teir meta at tað er eitt tekin um at Føroyar eru aftanfyri í tøkniligu menningini. Men um búskaparráðið hevur rætt, so vil ein avleiðing av øktari almennari gransking væntandi verða, at eisini vinnugranskingin fer at økjast við tíðini.

Hesa avleiðing hevur visjónsbólkurin helst eisini hugsað, tá man hevur valt at samansjóðað almenna og privata gransking í ein bygnað, men samansjóðingin er ikki neyðug fyri at fáa hesa effekt.

Markið millum grundgransking og vinnugransking er sum nevnt flótandi. Meira grundgransking vil skapa øktan vitanarførleika og meira almenn gransking vil hækka generella vitanarstøðið i samfelagnum. Bæði hesi vilja mest sannlíkt økja privatu vinnugranskingina, tí við øktum førleika og vitanarstøði gerast fleiri vinnugranskingarmøguleikar, og hesir vilja eisini gerast meira sjónligir enn í dag.

Økingin í almennu og grundgranskingini kann skjótt og bíliga gerast við stórari útbygging av Fróðskaparsetrinum, nógv størri játtan til Granskingarráðið og eini fleirfalding av talinum av ph.d.-játtanum. Serliga ein øking av ph.d.-játtanum eigur at prioriterast, gjøgnum Fróðskaparsetrið ella Granskingarráðið, tí so fáa vit samstundis stórt tal av ungum granskarum, ið kunnu vera mobilir, og fleiri kunnu halda fram í vinnulívinum.

Í staðin fyri at samansjóða almennu og privatu granskingina í ein fastan bygnað, so kann man fáa skjóta vitanarspjaðing við at stimbra samstarv millum almennar granskingarstovnar og vinnufyritøkur sum vilja granska. Mangir hættir eru at gera hetta, men man má alla tryggja, at bland ikki kemur í áhugamálini hjá pørtunum, so tað fer at virka sum ein vinnustuðulsskipan.

Eitt sum kann økja samstarv millum almenna og privata gransking er um man fær gjørt granskaraarbeiðsmarknaðin meira fleksiblan, soleiðis at granskarar í einum sektori ofta hava royndir við og tí vitan um gransking í øðrum sektorum. Hetta kann sjálvsagt koma eitt sindur í karambolasju við verandi løntakararættindi hjá granskarum, men tað eigur at bera til við lagaligheit.

Tað sum er lýst omanfyri eru tiltøk, ið ein national granskingarstrategi eigur at umfata, og er ikki nakað kollveltandi nýtt. Tað er tað sum flest øll lond gera, og nakað sum eisini virkar har. Um tað virkar í Føroyum eisini hava vit ikki prógv fyri, men tað hevur ongantíð verið roynt.

Og tað er helst har hundurin liggur grivin! Man hevur ongantíð trúð uppá gransking og at hon kann geva úrtøku. Nú skundar man sær at rætta uppá henda skeivleika, men ger sær ikki neyðugan ómak at kanna, hvussu úrtøkan er mest møgulig.

Tað er gott at royna at finna styttri leiðir til úrtøku, men man má ikki loypa um at fáa avgerandi fortreytir upp á pláss. Tað er ikki nakað serføroyskt, at man roynir finna slíkar leiðir, og at man ofta gloymir neyðuga forarbeiðið. Danska globaliseringsstrategiin og háteknologiski fondurin eru dømi um, at politiski og fyrisitingarligi myndugleikin ikki høvdu hugsað seg nóg væl um í fyrsta útspæli, men viðgerðin fekk útspælið hjá stjórnini aftur á beint.

Nøkur granskingarøki

Ein støðug útbygging av almannaøkinum fer fram, men eingin gransking av týdningi fer fram á hesum øki. Við lítlari orku í fyrisitingini verður úrslitið sjáldan annað enn at seta í verk dýrar danskar skipanir við minimalari tillaging. Og eingin granskar í avleiðingum av almannaskipanum heldur. Pláss skuldi verið fyri eini deild við sosialgransking á Fróðskaparsetrinum.

Fyribils Pisa-kanningin vísti, at føroyski fólkaskúlin ikki gevur nóg góð úrslit. Men í Føroyum er eingin pedagogisk gransking yvirhøvur, og hevur ikki verið í mong ár heldur. Har er nógv at taka tríva í. Smáir bygdaskúlar, fleiri floksstig í somu undirvísing, sosialur arvur, havnarskúlar samanbornir við provinsskúlar, lærarar útbúnir í Føroyum ella uttanlands. Henda gransking kundi givið skúlafyrisitingini nógva vitan, og eina læraraútbúgving, sum er betur egnað til føroyska fólkaskúlan. Granskingarskylda skal áleggjast øllum fastsettum lærarum á Læraraskúlanum sum ein byrjan.

Vitanin um búskaparfrøði er alt ov lítil í Føroyum. Tað hava almennar viðmerkingar til frágreiðingarnar hjá Búskaparráðnum og óteljandi álit hjá Vinnumálaráðnum víst. Antin eigur ein deild við búskaparfrøðiligari gransking at vera stovnsett á Fróðskaparsetrinum, ella eigur gransking at takast við í útbyggingina av Hagstovuni, um tað er við eini samanlegging við Landsbankan ella ei.

Løgfrøðilig gransking er eingin av í Føroyum. Tilmælið um økta løgfrøðiliga gransking eigur at verða fylgt sum skjótast.

Umframt tey nevndu yvirordnaðu almennu granskingarøki, sum tað er átrokandi at uppprioritera sum heild, so kunnu her nevnast nakrir spurningar, sum kunnu setast almennu granskingini:

Hvørja ávirkan hevur globaliseringin á ymisk landafrøðilig, demografisk og samfelagslig øki av Føroyum, og hví eru hesir munir? Hvørja ávirkan hevur blokkstuðulin á vinnumenningina? Verða samkynd forfylgd í Føroyum? Virkar føroyski arbeiðsmarknaðurin øðrvísi enn aðrir arbeiðsmarknaðir, og hvussu nógv er hann samansjóðaður við teir í grannalondunum? Í hvønn mun verða mongu nýggju samkomurnar brúktar av leiðarum at byggja sær vald í samfelagnum og vinnulívinum? Var búskaparkreppan í 80unum ein avleiðing av føroysku mentanini? Eru somu fortreytir fyri býti millum alment og privat í Føroyum sum í øðrum londum?

Tey dømi her verða nevnd, eru ikki ein fullfíggjaður listi, og heldur ikki ein prioritering, men einans ein roynd at vísa á at nóg mikið er at velja ímillum. Gransking í øllum nevndu evnunum hava almennan áhuga, og eigur tí at verða alment fíggjað, men um úrslitini verða brúkt, kann tað fáa beinleiðis gagnliga ávirkan á menningina av vinnulívinum.

Vanløse 13. november 2006, Flóvin Eidesgaard

--------

Viðmerking aftaná: Eg noyddist gera eitt sindur skjótt av við seinna parti, og stundir vóru ikki at skrivað tað eg hevði ætlað nóg koncentrerað, so pláss var at fáa alt við. Eg noyddist tí í staðin at velja frá, og gjørdist tað parturin um millumtjóða samstarv, ið pláss ikki varð fyri. Vónandi verður høvi at taka evnið upp serskilt eina aðra ferð, saman við viðgerð av, hvussu útisetar eisini kunnu brúkast til gagns fyri Føroyar.

2 kommentarer:

Flóvin Bloggar sagde ...

Eg vísi á onnur øki, sum hava størri týdning, enn gransking -- vitanarframleiðsla. Eg seti eisini spurnartekin við tilmæli hjá OECD. Í kjakupplegginum hjá Mandag Morgen "Den ny innovationspolitik" skrivast:

Innovationen er ved at vokse frem som selvstændigt område,
uafhængig af forskning. Mere forskning er ikke nok til at sikre mere innovation, selvom
det er en populær forestilling. OECD går så langt som at stille spørgsmålstegn ved
det kloge i at satse mere på forskning i det hele taget. Det er hverken en garanti for
vækst eller velstand. Rammevilkår som uddannelser, finansiering, handel og konkurrencevilkår
betyder mere end selve forskningen.

Eg fegnist um, at OECD er bakkað og nú gevur mær rætt.

Janus sagde ...

Báðar greinirnar eru sera áhugaverdar.

Nú mann roynur at seta gransking á dagskránna í Føroyum, sæst tað væl framvegis, at mann ikki ordiliga trýr uppá tað. Politikarar tosa framvegsi sum um tað bara eru trolbassar, sum hava nakað virði fyri samfelagið.

Kanska er tað tí, at mann ikki ger tað neyðuga forarbeiði. Mann veit bara at tey granska aðrastaðni, so lat okkum gera tað sama. Hvussu og hví - tað kemur í aðru røð.